Ávaring móti reiggjuhaldara
Eftir at ein drongur sat fastur í einum reiggjustiga, ávarar Danska brúkarastýrið ímóti ávísum reiggjuhaldarum
Reigguhaldarin, sum talan er um, hevur dupultan stiga. Fjarstøðan millum tey bæði ovastu trinini eigur at verða antin styttri enn 9 cm ella longri enn 23 cm. Um so ikki er, mást tú syrgja fyri at opið verður minka, ella at tetta tað heilt, sigur Ulla Brøns Petersen frá Forbrugerstyrelsen.
Orsøkin til ávaringina er ein hending, har høvdið á einum drongi sat fast ímillum ovastu trinini. Drongurin troðkaði høvdið ígjøgnum opið, og varð fastur. Opið millum trinini er somikið stórt, at ein barnakroppur sleppur ígjøgnum, men ikki høvdið. Sostatt er vandi fyri at barnið verður "hongt".
Reiggjuhaldarin varð keyptur frá donsku handilsketuni Bilka. Men eisini aðrastaðni fann danska Brúkarastýrið reiggjuhaldarar, sum ikki lúka krøvini, um at fjarstøðan skal vera styttri enn 9 cm. ella longri enn 23 cm.: Bauhaus, Bygma, Dendek, Råd & Dåd, Byggekram, Jem & Fix, Silvan og einstakir aðrir óheftir timburhandlar.
Allir handlarnir hava nú rættað skeivleikan, og bjóða samstundis teimum, sum longu hava keypt reiggjuhaldarar, at rætta skeivleikan fyri tey.
So, um tú hevur keypt ein reiggjuhaldara og hevur illgruna um, at alt ikki er sum tað eigur, skalt tú fara aftur í handilin, sum so gevur tær tilfarið, ið nýtast skal, fyri at gera reiggjuhaldaran tryggan, sigur Ulla Brøns Petersen.
Og um trupulleikar standast av hesum í Føroyum vegna vantandi lóggávu á økinum, so er bara um at fáa skeivleikan rættaðan sum skjótast kortini, áðrenn ein syndarlig vanlukka hendir.
Kelda: Forbrugerstyrelsen
????????????
Bakteriur doyggja við lágum hita
Hitin nýtist ikki at vera hægri enn 60 ºC skulu bakteriur í klæðum burturbeinast - eisini salmonella og influensa
Fleiri royndir vísa, at vanligt vask í vaskimaskinu við 60 ºC er nóg mikið til at drepa bakteriur í klæðum. Hetta er eisini galdandi fyri salmonella í borðklútum og viskustykkjum, upplýsir danski stovnurin Forbrugerinformatión, sum hevur staðið fyri royndunum.
Orsøkin til at bakteriurnar doyggja, er at samansetingin av vaskievni og 60 ºC heitum vatni drepur bakteriur, sum síðani loysast av klæðunum og verða skolaðar burtur við vaskivatninum.
Dansk Teknologisk Institut hevur gjørt vaskiroyndir við ymiskum hitastigum. Á 60 ºC var nógmikið at seta klæðini á blot í sápulúti, um bakteriurnar skuldu doyggja.
Brúkaraupplýsingin heitir annars á fólk, um at skifta borðklút hvønn dag, og annars tá hann hevur verið nýttur til at turka egg, kjøtsevju ella líknandi við. Ein borðklútur eigur ongantíð at verða nýttur til viskustykki, uttan so at hann er heilt nývaskaður. Skola borðklútin væl í heitum vatni eftir nýtslu, vind hann og hang at turka.
Kelda: Forbrugerstyrelsen
??????????????
Góð ráð til keyparar
o Les øll skjøl gjølla og bið um vegleiðing um tú ivast í nøkrum
o Bið um skrivligt tilboð, um vøran er ein tænasta
o Um tú keypir uppá borg - kannað endaupphæddina, áðrenn tú skrivar undir. Mangan loysir tað seg, at práta við bankan heldur.
o Goym kvittanir
Góð ráð, tá tú skalt keypa nýggjan dustsúgvara
o Dustsúgvarin skal vera lættur at seta saman og taka sundur
o Filtur skulu vera løtt at skifta. Serstøk filtur fáast til allergi
o Rørini skulu vera ríkiliga long. Teleskoprør, um fleiri brúkarar eru til dustsúgvaran
o Hann skal hava langa og liðiliga slangu
o Langan leidning, einar 12 metrar
o Stóran posa, tað er bíligari í longdini. Men kannað at- /og hvar nýggir posar kunnu keypast
o Bust sum kann mæla í klingur er hent til kettuhár. Kann ofta keypast afturat
o Súgvievni sum til ber at stilla, soleiðis at hann ikki sýgur seg fastan og verður strævin at nýta
o Goymslupláss
o Kanna støðufesti og skap, tá ið hann stendur á t.d. trappu
o At hann sleppur undir innbúgvið
o Ein góður dustsúgvari kostar millum 2 og 3.000,- kr.
Kelda: Familie og Samfund
??????????????
Pussa brillurnar
við sprinklaraløgi
Sprinklaraløgur til bilrútar hevur sama innihald sum kostnaðarmikla brillureinsið, sum flestu brillueigarar nýta. Tú kanst velja at keypa sprinklaraløg ella at nýta hesa uppskrift til sprinklaraløg/brillureins, sum danska brúkarastýrið mælir til:
1/2 l vatn
1/2 l spritt
1 dropa uppvask
1 spsk. salmiakspiritus (8%)
????????
Reina uppvaskibust
Bakteriur trívast framúr væl í uppvaskibustini. Tí er skilagott at hava fleiri bustir at skifta millum. Eftir nýtslu verða tær settar í knívakurvina í uppvaskimaskinuni, so tær verða reinar og ikki heilsuskaðiligar eftir vask. Um tú nýtur somu bust alla tíðina, skal hon skáldast í kókandi vatni hvørt kvøld, áðrenn hon verður sett at turka.
Tannbustirnar kunnu eisini vaskast í uppvaskimaskinuni viðhvørt.
Bustir skulu skiftast út, tá hárini eru slitin.
Kelda: Familie og samfund
????????
Blankastu vindeygu
í býnum
Eini góð ráð frá einum vindeygapussara:
10 l av vatni
1 spsk. av salmiakspiritus
1 spsk. av hársjampo.
Pussa væl við rukkaðum avísum. Gevur fínar blankar rútar.










