BRÚKARAMÁL
Rigmor Dam
Henda bláa, seinni gráa, týsdagin í mars hevur hann gingið um Reynið til Kirkjubøar. Nú situr hann í djúpa lenistólinum á Hafnia og eymkar seg eitt nakað. Nei, beinini eru ikki tey somu longur, og her eru væl fleiri brekkur í Føroyum enn úti á Amager, har hann dagliga starvast.
Hagen Jørgensen, danski Brúkarumboðsmaðurin, er 66 ára gamal og er sostatt skjótt komin til vegamótið, har hann fer frá vegna aldur. Men tað tykist ikki at nerva hann, tí hann hevur ovmikið at tríva í, sigur hann við ikki sørt av stoltleika í røddini. Jú, har heima í Keypmannahavn bíða børnini, bert 10 og 12 ára gomul eru tey. Umframt tey hevur hann tvey vaksin børn, sum eru 33 og 38 ár, og so tvey abbabørn.
Vit hava sett Hagen Jørgensen stevnu í dag, í sambandi við, at hann er boðin til Føroya at halda fyrilestur um brúkaramál. Tað er Brúkarasamtakið, sum er vertur, og í morgin fer hann avstað aftur. Vit fara at práta við hann um støðuna á brúkaraøkinum í Føroyum, og um hvussu hann heldur, at økið kundi verið skipað.
Vit hoyra stundum í útvarpinum at svenski, norski ella danski Brúkaraumboðsmaðurin hevur talað at, ella gjørt ein úrskurð í einhvørjum brúkaramáli. Og hóast niðurstøðurinar frá Brúkaraumboðsmanninum ikki eru bindandi, eru ummæli hansara umgird av somu æru og tign, sum vit kenna tað frá okkara egna Løgtingsins Umboðsmanni.
Neyðugt at standa saman
Meðan øll hini Norðurlondini hava brúkarastovnar, sum kunnu vegleiða, upplýsa og loysa trætumál millum fyritøkur og brúkarar, hava vit í Føroyum ongan almennan brúkarapolitikk, ongan brúkarastovn, tíansheldur brúkaralóggávu.
Men hví er neyðugt við skipaðum viðurskiftum á brúkaraøkinum, spyrja vit Hagen Jørgensen? Jú, sigur hann, vanligi borgarin, sum keypir eina vøru og ikki er nøgdur við tænastuna, hevur hvørgan ráð ella orku til at fara ígjøgnum eitt tógvið rættarmál, um talan einans er um ein vanligan brúkslut. Fólk aftra seg við at fara víðari við einari kæru, um fyritøkan ikki livir upp til góðan handilssið. Tí er neyðugt at hava ein stovn, sum kan samráðast fyri brúkaran, hansara vegna, og vónandi koma til eina semju við fyritøkuna. Soleiðis umboðar stovnurin allar brúkarar og hevur eisini orku til at fara víðari við málinum, um tað skuldi verðið neyðugt. Ein vanligur brúkarastovnur hevur ikki heimild at fella nakran dóm, men kann sum sagt fara víðari í rættin, um handilsmaðurin ikki gongur við til eina semju, greiðir Hagen Jørgensen frá, og leggur afturat:
- Tí eitt er eyðsæð, at í einum trætumáli millum keypara og seljara, er tað keyparin sum er tann veikari parturin.
Almenn ella privat brúkaravernd
Her í Føroyum stendur kjakið nógv um, hvør skal fíggja ein brúkarastovn. Nakrir politiskir flokkar halda ikki, at hetta er eitt økið, sum tað almenna skal taka sær av, men at tað eigur at verða lagt út til vinnuna og privat brúkarafeløg at skipa í felag. Aðrir flokkar halda hinvegin at tað almenna eigur at reka ein tílíkan stovn. Men hvat heldur Hagen Jørgensen?
- Tað skal vera ein óheftur almennur stovnur, sum hevur evsta myndugleikan. Soleiðis sleppa vit undan at tað vera áhugamálini hjá sterkara partinum, nevniliga vinnuni, sum seta dagskránna og velja hvat og hvør skal ráða á brúkaraøkinum. Harvið ikki sagt, at vit ikki eisini kunnu hava privatar kærunevndir, settar av ymsum vinnugreinum. Men aftur, tað eigur at vera ein almennur myndugleiki, sum góðkennir arbeiði hjá privatum kærunevndum. Hetta kundi til dømis verið ein Brúkaraumboðsmaður.
Og hvussu heldur Hagen Jørgensen, at vit kundu handfarið hetta økið í Føroyum? Til hetta sigur hann, at tað er ein politiskur spurningur, og fyri at brúkaraøkið kann røkjast nøktandi, er neyðugt at greiða fæst á, hvønn tørv vit hava, soleiðis at skipanin kann verða lagað til hendan. Hann sigur, at tað átti at verið gjørligt at sett eina nevnd í almennu umsitingini at funnið eina loysn, soleiðis at skipanin verður lagað til føroysk viðurskiftið.
- Og henda loysn skuldi sjálvsagt ikki ligið innanfyri kappingarøkið, tí ein sannroynd er tað, at kappinga- og brúkaravernd ikki ganga saman. Um føroyska Kappingaráðið ikki er nógv øðrvísi enn kappingarmyndugleikarnar í øðrum londum, so fara hesir ikki at raðfesta brúkaravernd høgt, sigur Hagen Jørgensen og leggur afturat, at hetta er ein spurningur um politiska raðfesting, tí:
- Um tit meta, at brúkarin hevur tørv á at fáa størri rættartrygd, so átti tað ikki at verið so torført at funnið einar tvær milliónir til økið. Men tað krevur sum sagt vilja og raðfesting.
Men hví sigur danski Brúkaraumboðsmaðurin, at kappingarráð og brúkaravernd ikki kunnu ganga saman?
Jú, sigur Hagen Jørgensen, munurin á einum kappingarráði og brúkararáði er, at kappingarráðið fyrst og fremst skal tryggja, at ongar forðingar og avlagingar eru í fríu kappingini úti í vinnuni. Støðið verður tikið í virkis- og tjóðarbúskapinum og eru tað búskaparfrøðingar, sum arbeiða við hesum. Á brúkaraøkinum verður støðið harafturímóti tikið í løgfrøðini, soleiðis at vinna og brúkarar kenna og liva upp til tey krøv og rættindi, sum eru galdandi á økinum.
Kortini eru tað fleiri lond, sum hava lagt hesar báðar eindir saman, hvussu ber so tað til, spyrja vit Hagen Jørgensen? Hann greiðir frá, at í fleiri londum eru kappingarráð og brúkaraøkið løgd saman, eitt nú í Onglandi, USA, Fraklandi og Australia.
- Men kortini megna tey ikki at samantvinna økini ? at savna tey í eina eind. Tí talan er um tvey ymisk áhugamál, har búskaparfrøðingar starvast á kappingarøkinum, og takað støðið í sterkara partinum, nevniliga vinnuni, meðan løgfrøðingar eru á brúkaraøkinum, og umboða veikara partin, brúkaran. So hóast tey kunnu samstarva um skrivstovuhølini, fara tey ongantíð at samstarva um málini, sum verða tikin upp, sigur hann.
Kæruráð og -stovnur neyðug
Hvørji amboð eru so tey týdningarmestu í arbeiðinum við brúkaravernd?
- Fyrst og fremst eitt kæruráð. Tí, sum sagt fara brúkarar ikki ígjøgnum rættarskipanina við einari kæru, og tað veit vinnan. Í einum kæruráði skulu verða umboð fyri vinnuna og umboð fyri brúkaran, umframt ein formann, sum er óheftur. Í Danmark hava vit bæði privat og almenn kæruráð, men tað hevur stóran týdning, at ein óheftur almennur stovnur góðkennir kæruráðið, soleiðis at nøkur minstukrøv verða lokin. Privatu kæruráðini verða rikin av felagsskapum innan ymsar vinnugreinar, og tað eru eisini hesar sum gjalda. Hetta heldur Hagen Jørgensen kann vera óheppið, tí tey, sum sita í umsitingini og í ráðunum, samstundis verða útvald og lønt av vinnuni, og sostatt kunnu hava torført við at døma í andsøgn við áhugamálini hjá arbeiðsgevaranum. So eitt óheft alment kæruráð, er tað, sum Hagen Jørgensen heldur, eigur at takast framum.
Hitt amboðið, sum Hagen Jørgensen heldur vera neyðugt, er ein Brúkaraumboðsmaður ella líknandi stovnur, sum arbeiðir út frá lógini um marknaðarføring. Hesin skal hava somikið víðar heimildir, at tað altíð er aðalreglan um góðan handilssið, sum eru avgerandi í trætum, tí tað er ógjørligt at lóggeva á øllum økjum. Umboðsmaðurin er ikki partur av rættarskipanini, men kann hótta við rættarmáli, og kann í evsta føri velja at fara í rættin við einum málið, um ákærdi ikki aktar boðum, greiðir Hagen Jørgensen frá og skoytir uppí, at næstan øll mál, sum koma fyri Brúkaraumboðsmannin, eru um góðan handilssið og um villeiðing.
Ein føroysk skipan
Samanumtikið sigur Hagen Jørgensen, at ein skipan á brúkaraøkinum í Føroyum kundi verið álík teimum, sum eru í Skandinavisku londunum. Og hóast hesar skipanir eru sera víttfevnandi og kanska í so krevjandi fyri eitt lítið kand sum okkara, so heldur danski Brúkaraumboðsmaðurin at tað átti at borið til at funnið eina loysn, sum varð lagað til føroysk viðurskifti, har aðalmálið var at hava eitt alment kæruráð og ein Brúkaraumboðsmann, sum kundi arbeiðtt út frá lógini um marknaðarføring.
- So tað ræður bara um at dríva á heruppi, sigur hann at enda.
Vit takka Hagen Jørgensen fyri prátið, ynskja góða ferð niður aftur, og stuna niðan eftir regnváta Áarvegnum, inn á Kondittaríið at fáa ein, kanska seinasta, kaffimunn har.










