Brúkaraprísirnir hækkaðir

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 2,4 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meira enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 2,2 prosent. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár hækkaði brúkaraprístalið 2,4 prosent.

Býlisprísirnir eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið. Rentan á íbúðalánum er farin 16,9 prosent upp, brennioljan til húsarhald 8,7 prosent og ravmagn 6,6 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 8,5 prosent seinasta árið.

Árligi prísvøksturin á matvørum var 2,2 prosent triðja ársfjórðing, samanborið við 1,0 prosent annan ársfjórðing. Prísirnir í flestu matvørubólkum eru hækkaðir seinasta árið. Kaffi er dýrkað 13,4 prosent og kjøt 8,6 prosent. 
Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkunum Klædnavørur og fótbúnaður, og Innbúgv, húsbúnaður og líknandi.

Frá øðrum til triðja ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 0,2 prosent. Mesti prísvøkstur seinasta ársfjórðingin hevur verið í nýtslubólkunum Matur og drekka (1,3%) og Hotell og matveitarar (1,3%).Og mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkinum Býli (-0,7%).

Brúkaraprístalið er nú 121,3 samanborið við 121,0 annan ársfjórðing í ár. Triðja ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 118,4.