Lágir prísir á olju er orsøkin til, at brúkaraprísirnir framvegs fella.
Í einari frágreiðing frá Tjóðbankanum um búskapin í Føroyum verður staðfest, at brúkaraprísirnir í 2. ársfjóðringi í ár eru 0,3 prosent lægri enn í sama ársfjóðringi í fjør.
Og Tjóðbankin hevur eisini eina frágreiðing uppá, hvat tað er sum ger, at brúkaraprísirnir samla lækka. Tjóðbankin sigur, at tað eru lágu orkuprísirnir og serliga oljuprísirnir, sum gera, at brúkaraprísirnir eru lækkandi í Føroyum.
At lækkandi oljuprísirnir ávirka samlaðu brúkaraprísirnar nógv sæst av, at matprísir, klædna og skóprísirnir hækka. Kortini eru samlaðu prísirnir lægri enn teir vóru í fjør.