Brúkaragjald

Tað hevur í nógv ár verið ein borgarligur tvangstanki, at vegaíløgur hja landinum skulu loysa seg rakstrarbúskaparliga. Hesin tankin er blóðskeivur, tí infrastrukturur er ikki bert um handil og vinnu. Tað snýr seg eisini um eina tænastu til einstaka borgaran, og síðst, men avgjørt ikki minst, um trygd.

Man hevur aðrastaðni gjørt partafeløg, ið skulu eiga og reka tunnlar og brúgvar, men misjavnt er, hvussu gingist hevur við hesum.

Í Føroyum eiga vit at hava eina prinsipiella diskussión um vit yvirhøvur vilja hava landsvegastubbar við brúkaragjaldi. Hetta er ógvuliga prinsipielt, tí um fólk skulu gjalda brúkaragjald fyri at koma ígjøgnum ein tunnil til Vágarnar, hví skal man so kunna koyra yvirum brúnna við Streymin fyri einki? Skulu allir tunlar framyvir fíggjast við brúkaragjaldi?

Hvussu so víkir og vendir, so er tað landið, ið stendur við endan. So er spurningurin, um fólk vilja hava eitt alment felag, ið lítið annað skal gera enn at krevja fyri billettir. Kann vera, at onkur heldur hetta vera eitt gott hugskot í dag. Hvussu verður um 10 ár? Her eiga vit aftur at hava brúnna um Streymin í huganum. Eingin kundi ímyndað sær, at man skuldi steðgað við ein bumm og betalt við eina lúku fyri at koyra av Streymoynni á Eysturoynna. Hví skal tað verða øðrvísi, tá man skal av Streymoynni á Vágoynna, ella av Eysturoynni til Norðoyggjar? Landið og harvið skattgjaldarin eiga og gjalda tunlarnar so ella so. Við brúkaragjaldi verða tað so teir skattgjaldarar, ið ferðast yvir flogvøllin og til Vágarnar, ið koma at taka ein eitt sindur størri part, men hví skulu teir tað, tá allir aðrir landsvegastubbar verða fíggjaðir yvir skattin? Hvat fer skatturin til, um hann ikki kann gjalda fyri vegir longur?

Um brúkaragjald skal verða normurin hereftir, so má man verða konsekventur, og tað ynskja føroyingar neyvan. Spurningurin er, um man ikki bert burdi avtikið P/F Vágatunnilin, tá tunnilin er liðugur, og handað Landsverkfrøðinginum tunnilin at umsita, eins og hesir umsita allar aðrar tunlar í landinum. Føroyingar eru vanir at koyra millum oyggjar fyri einki. At stovna eitt eyka alment felag, ið, um man trekkir spilltíðsskapandi innkrevjingarfunktiónina frá, bert skal gera tað sum Landsverkfrøðingurin ger frammanundan, tykist ørskapur, serliga í hesum tíðum, har man tosar um ein ov stóran almennan sektor.

Allir føroyingar áttu at koyrt ein túr tvørturum Streymin og steðgað á, og hugsað um billetlúkur og gjald er nakað, sum føroyingar vilja hava á sínum landsvegum.