Brúkar Skemtbøkurnar sum uppslagsverk

Løgmaður var avbera glaður fyri jólagávnuna frá Óla P og stúrdi ikki fyri at verða mintur á løtur, har Óli kanska hevur gingið løgmanni nakað nær.

- Eg haldi ikki, eg nakrantíð eri vorðin so fornermaður av nakari tekning hjá Óla, at eg ikki dugi at síggja tað stuttliga í henni. Og skuldi tað hent, hevði tað bara verið eitt tekin um, hvussu beint Óli hevur rakt, sigur løgmaður, sum avdúkar at hann hevur allar Skemtbøkurnar standandi bæði á skrivstovuni og heima í stovuni.
- Tað hevur verið ómetaliga stuttligt at fylgja við Óla øll hesi árini, og tað er ongin ivi um, at hann hevur ment seg nógv sum teknari. Í fyrstuni var tað mest tekningina í sær sær sjálvum, tú legði merki til. Síðani byrjaðu ymsir smálutir at koma til sjóndar, sum tú sjáldan varnaðist beinanvegin, men sum gjørdu tekningina uppaftur forvitnisligari, tí tað er ofta har, tað serliga beinrakna situr. Og seinnu árini má eg siga, at Óli er vorðin ein sannur meistari í at brúka síni sermerktu orðaspøl sum eitt eyka krydd, bæði til tað stuttliga, men sanniliga eisini fyri at snara evnunum eitt hakk longur tann speiska vegin.
Løgmaður heldur eisini, at tað er fínt at Óli ikki aftar seg við at lata síni egnu sjónarmið skína ígjøgnum onkuntíð, tí tað vísir bara, at tað er eitt menniskja við eini sterkari persónligheit, sum situr og teknar.
- Óli tvíheldur um sítt listarliga frælsi, og tað havi eg stóra virðing fyri. Men hann leggur ongantíð eftir fólki fyri at hanga tey út persónliga. Heldur ikki, tá hann sleppir at gera tað, hann dugir serliga væl, nevniliga at avdúka politikarar, sum royna at fáa okkurt at síggja út, sum nakað annað, enn tað í veruleikanum er.
Jóannes er vísur í, at politiski gerandisdagurin í Føroyum hevði verið munandi fátækari, um vit ikki høvdu tekningarnar hjá Óla á baksíðuni á Sosialinum at gruna yvir og stuttleika okkum við.
- Og lat meg nevna eitt afturat. Eg havi lagt til merkis, at tá eg siti og blaði í Skemtbókunum, kemur tað meir enn so fyri, at eg verði mintur á onkra hending, eg mest sum hevði gloymt. Nú bøkurnar eru so nógvar í tali, eru tær vorðnar eitt heilt uppslagsverk, sum ikki bara dagfestir hendingar, men eisini endurskapar allan stemmningin, sum var rundan um tær - og tað má sigast at vera rættiliga sermerkt, heldur løgmaður.