Ein av søguligu hendingunum í Klaksvík eftir seinna heimsbardaga er læknastríðið, sum skapti spenta støðu í Klaksvík.
Men hóast stríðið var um viðurskifti á Klaksvíkar sjúkrahúsi, eru tað summi sum kalla hetta Klaksvíksstríðið. Og tað hóvar ikki borgarstjóranum í Klaksvík.
- Tað er misvísandi at kalla tað Klaksvíksstríðið, tí tað var ikki nakað stríð um Klaksvík. Stríðið hevði sín uppruna í niðurpíningini av Klaksvíkar sjúkrahúsi og eigur at verða nevnt, sum rætt er, læknastríðið, sigur Jógvan við Keldu.
- Eg havi mangan biðið blaðfólk og høvundar um at lata vera við at nevna tað Klaksvíkstríðið, men tað sæst og hoyrist javnan - seinasta dømi er í eini spurnarkapping á eini av mest vitjaðu síðunum á internetinum.
- Eg vænti ikki, at fólk fara at nevna tað læknastríðið, bara tí eg sigi tað, men tey áttu at hugsa um, at tað er misvísandi og skeivt at brúka heitið Klaksvíksstríðið, sigur borgarstjórin í Klaksvík meginpartin av áttati og nítiárunum.
ek