Eftir nøkur friðarlig vikuskifti hevði løgreglan aftur um at vera farna vikuskiftið. Heili tvey álop, har talan var um ógvuliga grovan harðskap, vórðu framd náttina til leygardagin. Báðir fóru fram í miðbýnum, og talan var um tilkomnar menn, sum vórðu álopnir av blaðungum fólki. Teir báðir hava fingið stóran skaða eftir álopini.
Tann eini tilburðurin fór fram við bakaríið hjá Frants Restorff stutt eftir midnáttarleitið. Ein maður, sum er um 40 ára gamal, varð álopin av einum hópi av blaðungum fólki. Bólkurin nærkaðist manninum og spurdi, um hann var ein av náttarravnunum, sum ganga og sneyta í býnum. Maðurin svaraði noktandi, at tað var hann ikki.
Hann verður tó sligin niður, og so leggja øll tey ungu á hann, meðan hann liggur niðri á vegnum. Har eru bæði gentur og dreingir, sum sparka og sláa mannin, so at hann fær kropsligt mein.
Maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsið til viðgerðar. Dagin eftir boðar hann løgregluni frá tilburðinum, og hann verður avhoyrdur.
Brákað ryggjargeisla
Maðurin hevur brákað ein ryggjargeisla, og hann hevur brotið fýra ryvjabein. Alt andlitið er ógvuliga hovið, og bæði eyguni eru bláð.
Løgreglan metir henda tilburðin sum sera grovan harðskap, og hon er komin ógvuliga væl áleiðis við hesum málinum. Álopið er framt heilt uttan endamál, og maðurin hevði eftir øllum at døma einki gjørt fyri at leggja upp til hetta álopið.
Løgreglan hevur avhoyrt eini níggju fólk, sum øll eru í aldrinum 14-15 ár. Fyribils eru fimm av hesum skuldsett fyri harðskap. Kanska verða enn fleiri skuldsett, men tað er ikki avgjørt enn. Hetta sigur Georg Otthamar, ið er leiðari á kriminaldeildini, sum hevur havt hetta málið um hendi.
Støðan er hon, at nøkur av hesum ungu, ið framdu álopið, eru undir lágmarksaldurin, sum er 15 ár. Tey, ið eru undir 15 ár, kunnu ikki skuldsetast fyri hesa gerð, men tey, ið eru yvir 15 ár, verða skuldsett. Ákæruvaldið skal síðani taka avgerð, um ákæra skal reisast móti teimum skuldsettu.
Barnaverndin skal taka sær av teimum, ið ikki eru vorðin 15 ár enn. Barnaverndin tekur so avgerð um, hvat skal gerast við tey, ella um nakað skal gerast.
Øll, ið hava verið til avhoyringar, eru leyslatin aftur. Tey flestu eru ókend hjá løgregluni.
Georg Otthamar dugir ikki at siga, um rúsdrekka ella rúsevni høvdu ein leiklut í hesum álopinum.