Mánadagin lat nýtt dagtilhald upp á Lágargarði í Havn. Áðrenn hevur verið eitt dagtilhald, har bæði dement fólk og fólk, sum ikki eru dement hava hildið til saman.
Tórunn Guttesen, leiðandi ergoterapeutur, sigur, at tað er tó betri at skilja tey at, tí tað er ikki gott fyri hvørgan av partunum, at dement og ikki dement eru saman allan dagin.
? Nú hava vit so samlað øll tey dementu í Góðustovu, og her er pláss fyri seks fólkum. Tvey starvsfólk eru at taka sær av teimum, sigur Tórun Guttesen.
Tá tey gomlu koma inn um morgunin fáa tey morgunmat, har tey eru við til at ganga til handar sjálvi. Tað verið seg at gera kaffi og dekka borð, og okkurt tílíkt smávegis.
? Vit plaga eisini at hava ymsar aktivitetir, so sum fimleik og sansaintegratión. Har stimulera vit sansirnar við lukti, hoyrn, sjón og so framvegis. So plaga vit at syngja gamlar sangir við teimum og hoyra gamlan tónleik ? orðatøk og skjaldur.
Hetta verður á donskum kallað »reminisens«. Tað er at minnast við hjálp av gomlum lutum. Tórunn sigur, at tey fara at heita á fólk um at koma við gomlum lutum, sum tey kunnu brúka til tey gomlu.
? Lutirnir verða tiknir fram, og so tosa við út frá tí. Tað verið seg køksting, skúlating, amboð og annað, sum tey gomlu kenna aftur.
Glað
Opið er í dagtímunum, og summi av fólkunum eru bara hálvar dagar ? alt eftir, hvussu tað passar.
? Tey avvarðandi eru ógvuliga glað fyri hetta, greiðir Tórunn frá. ? Tað var veruliga ein gleði, at sleppa at siga teimum, at tey vóru sloppin inn í dagtilhaldið. Bíðilistin hjá okkum er ógvuliga langur, og so er tað eisini soleiðis, at tey dementu kunnu ikki fáa so nógva heimahjálp, tí tað ørkymlar tey, at fremmandafólk ganga og mala alla tíð.
Annars hevur Lágargarður fingið eina eykajáttan, og tí er ein ergoterapeutur og ein fysioterapeutur settir afturat. Hetta er í sambandi við, at Lágargarður eisini fer at bjóða meira ergo- og fysioterapeutiska venjing.
? Tað vil siga, at tey gomlu koma inn nakrar dagar um vikuna í eitt avmarkað tíðarskeið. So kunnu tey fáa venjing her í húsunum ella heima. Eisini skulu vit vegleiða heimarøktirnar og tey avvarðandi, um hvussu verður farið fram.
? Hetta tiltakið er næstan fullført, og verður tað sett í verk í nærmastu framtíð, sigur Tórun Guttesen at enda.