Kanningar hjá einum svenskum umhvørvisfelagsskapi hava avdúkað, at bananir av kendum sløgum so sum Chiquita, Dole og Del Monte verða javnan sprændar við evnafrøðiligum evnum.
Kanningin avdúkar, at teir, sum dyrka bananirnar, brúka umleið tíggju ferðir so nógv eiturevni sum teir, ið dyrka eplir. Tað hevur eisini víst seg, at í Honduras og Costa Rica er krabbamein nógv vanligari ímillum fólk, sum arbeiða í bananplantasjunum enn ímillum teirra, sum arbeiða í aðrari vinnu.
Svenski umhvørvisfelagsskapurin staðfesti longu í 1996, at bananplantasjurnar brúktu alt ov nógv eiturevni, og ein nýggj kanning vísir, at skilið er tað sama í dag, skrivar Aftenposten.
Tann nýggja kanningin vísir, at lantssjurnar eru givnar at brúka summi evni, sum eru serliga vandamikil, men tað er ikki nóg mikið, sigur tann svenski felagsskapurin. Í einum opnum brævi heitir hann á Chiquita, Dole og Del Monte um at gevast við at brúka eiturevni yvirhøvur í plantasjunum.