Brúka børn sum livandi skjøldur

Í Sýrialandi verða børn noydd at sita oman á stríðsvognum hjá stjórnarherinum fyri at forða uppreistrarmonnunum at søkja at. Tað stendur í einari frágreiðing, sum ST hevur lagt fram, og sum snýr seg um støðuna hjá børnum í økjum, har vápnað stríð er.

Radhika Coomaraswamy, sum stendur fyri arbeiðinum hjá ST at kanna viðurskiftini hjá børnum í krígsherjaðum økjum, sigur við BBC, at støðan í Sýrialandi er serlig.

-Vit eru skelkað. Vit hava ofta sæð, at børn doyggja og og fáa ringa viðferð, tá vápnað stríð er, men at børn niður til 10 ára aldur verða pínd í varðhaldi er nakað serligt. Tað hava vit ikki sæð aðraastaðni, sigur hon.

Í sambandi við frágreiðingina hevur eitt ST-lið verið í Sýrialandi og kannað viðurskiftini, og sambært Coomaraswamy hevði liðið nógvar óhugnaligar frágreiðingar við sær heimaftur.

-Vit hava vitnifrásagnir um og hava eisini sæð børn, sum eru pínd. Vit fingu eisini at vita frá børnum, at børn verða sett upp á stríðsvognar sum livandi skjøldur, sigur Radhika Coomaraswamy við BBC. Hon leggur dent á, at tað er ikki bara stjórnarherurin, sum misbrúkar børn í sambandi við stríðið.

-Vit hoyrdu eisini, at uppreistrarmenninir hava sett børn at loysa ymsar tænastuuppgávur við sjálvt hermótið, sigur ST-leiðarin.