Brúk fyri nógvum spælarum

Venjarin hjá Manchester City heldur, at felagið hevur brúk fyri fleiri nýggjum spælarum. City keypti um vikuskiftið Wayne Bridge úr Chelsea, men liðið var eyðmýkt í steypkappingini, har teir taptu 3-0 á heimavølli ímóti Nottingham Forest. - Vit hava brúk fyri fleiri spælarum, helst einar fimm spælarar afturat, og vit vóna, at teir kunnu keypast í januar, sigur Mark Hughes við SportingLife.