Skulu vit, sum Høgni Hoydal mælir til, bíða eftir fullveldi, fyri at fara upp í ES, mugu vit bíða í minst 50 ár. Men vit hava brúk fyri at koma upp í ES nú, sigur Jóhan Dahl Tað tykist, sum Høgni Hoydal liggur og skvatlar í sínum egna politiska dunnuhyli. Tað sigur Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum.
Hann sigur, at einasti máti at sleppa upp í ES við verandi støðu, er ígjøgnum Danmark. Og vit hava brúk fyri at koma upp í ES nú, sigur hann.
- Vit fáa undir øllum umstøðum ikki meiri ávirkan í ES, antin vit fara upp í sum sjálvstøðug tjóð ella í einum sambandsríki, sigur Jóhan Dahl.
Hann vísir á, at tað standa nógv stór lond í Europa og rópa eftir at sleppa at gerast limir í ES, lond, sum eru nógv størri og hava nógv størri týdning enn Føroyar.
- Tað er av stórum týdningi fyri menningina av vinnulívinum, fólkinum og samfelagnum sum heild, at vit beinanvegin sleppa í samráðingar við ES um treytirnar fyri limaskapi. Tað einasta, sum ræður um, er, at finna rætta leistin fyri limaskapi saman við Danmark, sigur Jóhan Dahl.
Vit mugu ásanna, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi, og Jóhan Dahl vísir á, at skulu vit, sum Høgni Hoydal mælir til, bíða eftir einum fullveldi, áðrenn ES-spurningurin kann takast upp til viðgerðar, so koma vit at bíða í minst 50 ár aftrat. Og tað heldur hann ikki at hvørki vinna ella samfelag hevur ráð at bíða eftir.
- Tað er naivt at halda, at allir trupulleikar verða loystir, bara vit fáa fullveldi. Vit eru í einum ríkisfelagsskapi og tí ræður um at gagnnýta teir møguleikar, sum hesin ríkisfelagsskapur gevur, sigur Jóhan Dahl.