Brúk er fyri jólum!

Klumma: Vit liva í eini tíð, har vit hugsa nógv um okkum sjálvi...

Vit skulu ansa okkum, frelsa okkum sjálvi frá freistingum, renna undan plágum og eftir vælveru, skulu helst eta rætt til rætta tíð, realisera nøkunlunda realistiskt, siga frá og standa við okkara, og kanska onkuntíð eisini hava tíð til alt hitt, sum kann geva innihald í gerandisdegnum og lívinum annars.


Og so koma jólini. Sum eitt vælsignilsi. Umframt blíða boðskapin um frið og frelsu noyða jólini okkum at kobla úr, hugsa um onnur, taka tað róligt og síggja stórt upp sjálvhátíðarligheitina. Vit eta, sum galt tað lívið, geva gávur, eru saman við familju og vinum og njóta hátíðarligheitina – sjálvandi eitt sindur óhátíðarliga.


Vit hava meira enn nakrantíð brúk fyri jólum og øllum tí, sum jólini hava við sær. Vit skulu njóta dagarnar, løturnar og upplivingarnar, sum eru fyri framman. Gloyma gerandisdagin, ringu samvitskuna, uppgávurnar og tað, sum lá eftir, tá ið vit fóru í jólafrí.


Prædikarin í Gamla Testamenti var ein pessimistur, men alíkavæl halda fólk seg síggja ein boðskap um njóta løtuna í hansara orðum. “Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva. Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum - eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi”, skrivar Prædikarin.


Í okkara Jólablaðið sum tú situr við nú, ber til at lesa meira um Prædikaran. Vit hava eisini hitt pápan, sum í ár misti sonin, og hann greiðir frá, hvussu tað hevur verið og er. Eisini hava vit hitt nýggja kvinnuliga prestin á Viðareiði, og vit hava prátað við føroyska kvinnu, sum ger vælgerandi arbeiði millum skøkjur í Keypmannahavn. Harafturat hava vit hugskot um jólagávur, bøkur at lesa og grein um nýggjari føroyskan jólasang.


Og við hesum ynskja vit øllum eini gleðilig jól!