Ólavur í Beiti
Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Jørgen Niclasen, fiskivinnumálaráðharri m. a. at í uppskotinum um fiskivinnuráð verða uppgávurnar undir teirri fyrru skipanini við fiskivinnuráði og Fiskivinnu Starvsnevnd lagdar saman, og eitt minni ráð verður skipað til at røkja tær uppgávur, sum í dag eiga at verða viðgjørdar í fiskivinnuráðnum.
? Eftir núgaldandi lóg skal landsstýrismaðurin leggja allar umfatandi fiskivinnuspurningar fyri fiskivinnuráðið til ummælis. Fiskivinnuráðið kann av sínum eintingum taka fiskivinnumál til viðgerðar og geva landsstýrismanninum tilmæli. Fiskivinnuráðið sendir í minsta lagi eina ferð um árið landsstýrinum frágreiðing og tilmæli, men skipanin hevur ikki virkað væl, og trupult hevur gingist at fáa valt nýtt fiskivinnuráð eftir nýtt løgtingsval, sum ásett er í lógini.
? Eisini hava einstøk feløg sýtt fyri at tilmæla umboð í fiskivinnuráðið. Nýtt fiskivinnuráð er tí heldur ikki tilnevnt í dag, sigur Jørgen Niclasen.
Samfelagsligan týdning
Sambært viðmerkingunum, so er Fiskivinnu Starvsnevndin millumlið millum landsstýrismannin og fiskivinnuráðið. Landsstýrismaðurin leggur uppskot til lógir, kunngerðir og reglugerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, fyri Fiskivinnu Starvsnevndina til ummælis. Fiskivinnu Starvsnevndin hevur virkað eftir galdandi skipan. Sambært galdandi lóg verða eftir hvørt løgtingsval eftir tilmæli frá vinnuni 16 mans tilnevndir sum limir í Fiskivinnu Starvsnevndini.
Sambært nýggja uppskotinum verður eitt minni ráð skipað til at røkja tær uppgávur, sum í dag eiga at verða viðgjørdar í fiskivinnuráðnum. Tað er meting landsstýrismansins, at brúk er fyri hoyring í vinnuni, sum eisini á henda hátt kann seta síni sjónarmið fram.
? Haraftrat hevur fiskivinnan so stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar, og spurningurin verður eisini settur, um tað vanta virknir felagskapir, sum arbeiða við samfelagsligum spurningum í fiskivinnuni, sum t.d. brúkaraspurningum, náttúruvernd v.m. Tað verður eisini uppgávan hjá fiskivinnuráðnum at viðgera tílík mál, sigur Jørgen Niclasen.