Lítlibeiggi Donald Trump, Robert Trump, er deyður, 71 ára gamal.
Tað er óvist, júst hvørjum Robert Trump doyði av, men fleiri amerikanskir miðlar vilja vera við, at hann var álvarsliga sjúkur.
Donald Trump hevði verið og vitjað beigga sín á sjúkrahúsinum fríggjadagin, og hann vildi sambært BBC vera við, at Robert Trump var illa fyri.
Donald Trump kunngjørdi síðani í gjár, at Robert Trump var deyður.
Donald Trump segði í viðmerking til miðlarnar, at beiggi hansara fór stillisliga.
– Hann var ikki bert beiggi mín, hann var besti vinur mín. Minni hansara fer at liva í mínum hjarta í allar ævir, segði Donald Trump.
Robert Trump var yngsta av teimum fimm børnunum hjá Fred og Mary Anne Trump, og hann var tvey ár yngri enn Donald Trump.
Elsta systkini hjá Donaldi Trump, Fred Trump Jr. doyði í 1981.