Trý byggifeløg fingu í dag útflýggjað útbjóðingartilfarið til komandi brúnna um Sandá, sum eftir ætlan skal verða liðug 30. í 2014. Hesum boðar Tórshavnar býráð frá í kvøld.
Síðani Tórshavnar Býráð hin 31. mai 2012 tók endaliga avgerð um at bjóða arbeiði at gera brúgv um Sandá út, hava umsitingin og ráðgevarar arbeitt við at gera útbjóðingartilfarið klárt. Umframt brúnna snýur arbeiðið seg eisini um at gera veg og rundkoyringar báðu megin brúnna, har nýggja vegasambandið um Sandá verður bundið í Velbastaðvegin og í Reynsgøtu. Av tí at verkætlanin er so stór og krevjandi gjørdi býráðið av at bjóða arbeiðið út í innbodnari heildararbeiðstøku, har tilboðsgevararnir ikki bert kappast um prís, men eisini um sniðgeving, tilfar, dygd, viðlíkahald o.l.
Býráðið valdi at bjóða trimum byggivirkjum, sum hava royndir við stórum verkætlanum, at geva tilboð. Tey eru J & K Petersen Contractors, Articon og TG-Verk.
Í dag fingu hesir tilboðsgevararnir útflýggjað útbjóðingartilfarið. Teir hava freist til 12. oktober 2012, tá lisitatiónin verður, at gera uppskot til brúgv og rokna út tilboð. Miðað verður eftir, at arbeiðið kann byrja um hálvan januar 2013, og at henda nýggja farleiðin um Sandá skal standa liðug 30. mai 2014.
Dømingin av tilboðunum verður gjørd av bygginevndini, sum tó eisini kann fáa sær onnur fakfólk at virka sum ráðgevarar hjá dómsnevndini. Í bygginevndini sita trý politisk og trý umsitingarlig umboð, sum eru Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd, Levi Mørk, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, Sjúrður Olsen, býráðslimur, Boði Haraldson, býarverkfrøðingur (formaður), Unnie Justinussen, arkitektur og Heri Olsen, fíggjarfulltrúi.
Hvat kostnaðurin verður fyri hesa verkætlanina ber ikki til at siga, fyrrenn tilboðini eru komin inn í oktober mánað, men býráðið hevur longu játtað knappar 15 milliónir krónur til verkætlanina, sum eru tøkar, og eftir ætlan verður restin avsett á fíggjarætlanunum fyri 2013 og 2014, sigur Bogi Andreasen, borgarstjóri.
vh
Óla Jákup Rólantsson
Miðlaráðgevi
___________________________________________
Tórshavnar kommuna
Stjórnarskrivstovan
Vaglið, postboks 32, 110 Tórshavn
Telefon 302010
Fartelefon 213060
olajakup@torshavn.fo
www.torshavn.fo
?
Denne mail er blevet scannet af www.comendo.com <http://www.comendo.com> og indeholder ikke virus!
?
?
?