Brúgvin um Sandá aftur seinkað

Trupulleikar við rekkverkinum ger, at argjafólk og onnur mugu bíða nakað enn.

 

Brúgvin um Sandá er aftur seinkað, veit Kringvarp Føroya at siga í kvøld. Brúgvin skuldi upprunaliga vera liðug í fjør summar, men so var ikki. Síðani undirskrivaðu Tórshavnar Kommuna og arbeiðstakarin, J&K Petersen, eina nýggja avtalu, sum segði, at brúgvin skuldi latast kommununi 29. februar.

 

29. februar bleiv til flaggdagin. Tá skuldi Heðin Mortensen sjálvur renna um brúnna. Eisini hetta bleiv av ongum, tó at Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevndini hjá Tórshavnar Býráð kvøldið fyri, 24. apríl, koyrdi um brúnna og legði eitt video av túrinum út á Facebookvanga sín.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri segði so við in.fo og við Rás 2, at brúgvin fór heilt skjótt at vera klár, men ikki heilt enn.

 

Í dag hevur fundur verið millum tekniska stjóran í Tórshavnar kommunu, Mikael Viderø, og J&K Petersen, nú tað gerst greitt, at liðugtgerðin av arbeinum aftur má útsetast.

 

Við Kringvarp Føroya sigur Mikael Viderø, at tað eru ávísir trupulleikar við rekkverkinum á brúnni, sum ikki kunnu loysast í løtuni. Onkrir trupulleikar hava stungið seg upp, sum gera, at J&K Petersen má samráðast við onkrar undirveitarar um at loysa.

 

Mikael Viderø sigur, at tað er ikki gjørligt at seta ein dato á fyri, nær brúgvin verður liðug, men at tað verður í mai mánað.