Brúgv, høll og Klubb 160

Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn
----

Tórshavnar Kommuna anno 2012 fevnir víða. Norður um Kjalnes og heilt suður á Kirkjubønes umframt sjálvandi oyggjanar sum hoyra høvuðstaðnum til.

Eg búgvi sjálvur á Argjum sum legði saman við havnina í 1997 Tí fari eg at nevna nøkur mál sum kunna menna hendan partin av kommuni. Eg vil tó leggja dent á, at tílík menning er eins umráðandi í hinum økinum í kommununi.

Sum tilflytari á Argjum sær man helst ting, við øðrum brillum enn tey ”innføddu”. Men hóast ein ikki hevur slitið sínar barnaskógvar á vestara áarbakka. Haldi eg meg duga at síggja nøkur ting sum Argir og argjafólkum tørva, um vit vilja, at bygdin skal halda á at mennast.

Nýggja brúgvin um Sandá skal gerast sum skjótast. Hetta fer at vera ein stórur lætti hjá teimum mongu sum ferðast hvønn morgun um Sandá. Ferðslutøppurin á Argjavegnum, Dr. Dahlsgøtu og á Velbastaðvegnum er til dagligan ampa fyri fólk sum ferðast har á leiðini. Henda brúgv er so umráðandi fyri atkomumøguleikar til og frá Argjum at eg tori at siga við vissu, at Argir verður eitt stað við nógv størri atdráttarmegi fyri nýggj búfólk tá brúgvin er liðug. Projektering er longu í gongd, og umráðandi er at hetta arbeiði ikki verður steðgað, við tað at skeivu fólkini sleppa framat gróthúsinum á vaglinum.

AB og ÍA ungdómar sleppa sum er, knívskorið ikki inn í hallinar í Havn. Mítt boð uppá eina loysn á hesum mismuni er at ein nýggj høll verður raðfest frammaliga og verður bygd her á Argjum sum skjótast. Staðfest kundi passandi verið har, sum fyribils arbeiðshøllin hjá felagnum sum bygdi undir Kongavarða stendur nú. Um rætti arkitekturin var settur at tekna, kundi tann loysnin verið framúr heppin. Staðið liggur væl fyri, tætt við skúlan, millum teir nýggju býlinganir, beint við høvuðsveg og við góðum møguleikum at gera ríkiligt av parkeringsplássum. Onnur loysn á staðseting kundi verið vestanfyri fótbóltsvøllin, hendan loysn kundi eisini givið betri lívd á fótbóltsvøllinum. So pláss skula vit nokk finna til høllina, um so at vit bara fáa latið eyguni á býráðslimum upp fyri stóra tørvinum. Her kann eg skoyta uppí, at tað eru fýra ítróttarhallir í kommununi og at um undirtøka verður fyri hesi høll, verður hon tann fyrsta sum er bygd vestan fyri Havnará.

Havnin hevur Margarinfabrikk, Hoyvík hevur Klubb 188, so nú er tíð at vit fara at hugsa um ungdómin á Argjum og gera eitt Klubb 160. Fleiri hølir eru tøk á Argjum og eiga vit at finna eina loysn, so tey ungu hava eitt stað har tey kunnu hittast undir skipaðum umstøðum. Hetta er átroðkandi, ungdómur á Argjum sum ikki hevur áhuga í ítrótti, hevur dags dato einki skipað tilboð. Hetta er eisini nakað sum kann gerast heilt skjótt, og eg ivist ikki í at tey ungu á Argjum, høvdu tikið væl ímóti einum slíkum tilboði.

Hetta eru trý ting sum eg meti vera sera umráðandi fyri framhaldandi menning vestan fyri Sandá.
Onnur ting eru sjálvsagt eisini, men týdningarmikið er at vit áhaldandi minna okkara kosnu fólkum á, at kommunan er annað enn miðbýur og Tórsvøllur.