Í Nigeria eru nógv fólk í øðini, nú tað er komið fram, at tann 49 ára gamli senatorurin Ahmed Sani Yerima er vorðin giftur einari 13 ára gamlari gentu úr Egyptalandi. Guvernørurin verjir seg við, at hann ger ikki annað, enn Muhammed profetur gjørdi.
-Eg gangi í fótasporum hansara. Profeturin giftist teirri níggju ára gomlu Aysha, sigur senatorurin sambært fronsku tíðindastovuni AFP.
Myndugleikarnir sendu í síðstu viku boð eftir guvernørinum til avhoyringar, men hann bleiv latin leysur, tí hann kundi prógva, at giftarmálið er lógligt sambært sharialógunum, sum galda fyri muslimar í Nigeria.










