Um vikuskiftið skuldu ein 29 ára gamal maður úr Ukraina og ein donsk kvinna giftast á ráðhúsinum í Malmø í Svøríki, men júst sum brúðgómurin bleiv spurdur, um hann vildi hava unnustuna til konu, kom løgreglan stórleypandi inn á ráðhúsið og handtók brúðgómin. Har fekk hann at vita, at hann var skuldsettur fyri dráp, og at hann skuldi á løgreglustøðina alt fyri eitt, skrivar blaðið Sydsvenskan.
Anders Svensson hjá løgregluni í Malmø sigur við blaðið, at tann 29 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri eitt sokallað mafia-dráp í Ukraina í nítiárunum, men meiri vil hann ikki siga. Sambært løgreglumanninum visti danska unnusta hansara, at maðurin var eftirlýstur um allan heimin. Nú situr hann í varðhaldi í Malmø, men ætlanin er at senda hann til Ukraina, tá avhoyringarnar eru lidnar. Vil maðurin ikki samarbeiða við svensku løgregluna, kann hann verða sitandi í svenskum varðhaldi í fleiri mánaðir.









