Bráðfeingisstjórin: Fútin má kanna um tað er svik

Nú er Betri Banki meldaður til løgregluna av Taks, og orsøkin er, at Bárður Larsen, bráðfeingisstjóri í Taks, mælir til hetta í rapport síni um skattamálið hjá bankanum. 

Annar høvuðspartur av arbeiðssetninginum var at meta um, hvørt TAKS átti at sent fútanum málið til tess at meta um, hvørt grundarlag er fyri at reisa ákæru móti Eik um skattasvik eftir § 139 í skattalógini.

 

- Eftir § 139, stk.1, í skattalógini kann persónur (eisini løgfrøðiligur persónur), sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt til tað almenna á annan hátt enn at greiða rangt frá gevur villeiðandi upplýsingar verða revsaður fyri skattasvik við sekt, varðhaldi ella fongsli upp í 2 ár. Tað er kortini greitt, at løgfrøðiligir persónar kunnu ikki setast í varðhald ella fongsul, og tískil er einans bót/sekt viðkomandi í hesum máli, skrivar Bárður Larsen í frágreiðingini. 

 

 

- Eftir rundskrivi nr. 7 frá 10. november 1998 um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á § 139 í skattalógini kann TAKS ikki fyrisitingarliga avgreiða mál grundað á grovt ósketni , um tann landsskattur, sum skattgjaldarin er sloppin sær undan, er meira enn 500.000 krónur, meðan upphæddin kann ikki vera hægri enn 100.000 kr, um ábyrgdargrundarlagið er vilji (tilætlan). Skal sekt sostatt yvirhøvur koma uppá tal í máli sum hesum, so má málið leggjast fyri fútan at taka støðu til, um ákæra skal reisast, skrivar bráðfeingisstjórin. 

 

- Parturin um villeiðandi upplýsingar í § 139 í skattalógini er kortini ein opin orðing – serfrøðingurin í skattarevsirætti Jan Pedersen kallar hana ein rættsligan standard – sum ikki í sær sjálvum kommunikerar nógv um rættarstøðuna. Tá ásetingin er veik ella opin, og tá fordømi ikki eru uppá svikmál, sum lætt kunnu samanberast við hetta, so vil niðurstøðan vera nógv tengd at eini meting av ítøkiliga málinum. Tí er ikki lætt at siga, um atburðurin liggur innanfyri ella uttanfyri § 139. Tískil er málið eisini prinsipielt á tann hátt, at støða má takast til, hvør praksis skal leggjast í málum sum hesum. Undirritaði metir ikki, at prinsipiella støðutakanin til, hvør praksis skal leggjast, kann takast av øðrum enn ákæruvaldinum og dómstólunum. 

 

 

- Á tí grundarlagi er mítt tilmæli, at málið verður latið fútanum til nærri støðutakan. Hervið verður sagt, at málið liggur nær við eina støðu eftir § 139 um villleiðing, men onki er sagt um, hvørt undirritaði metir, um málið eigur at føra til, at ákæra verður reist, ella at málið seinni vil føra til dóms, einans at fútin má gera metingina, um svik er framt, og hvørt møguligar aðrar fortreytir fyri at reisa ákæru eru loknar, sigur Bárður Larsen, bráðfeingisstjóri á Taks. 

 

 

Tað merkir, at í dag hevur Taks meldað Betri Banka til politiið.