Mikudagin fekk Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, handað álitið um eldraøkið. Álitið er ein lýsing og ein meting av eldraøkinum og hvussu økið skal skipast í framtíðini. Eisini eru tilráðingar um dagføringar av eldraøkinum, umframt at álitið viðger framtíðar uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunu.
Ein arbeiðsbólkur, umboðandi Landsfelag pensjónistanna, Heimarøktina og Serforsorgina, Heimahjálparafelag Føroya, Ráðið fyri Røktar- og ellisheimsleiðarar, kommunufeløgini, Almanna- og Heilsumálastýrið og Løgmansskrivstovuna, hevur arbeitt við álitinum síðan oktober 2000. Formaður í bólkinum hevur verið Jákup H. Foldbo, leiðari fyri Heimarøktina og Serforsorgina.
Niðurstøðan í álitinum er, at samanumtikið er støðan á eldraøkinum ikki nøktandi. Eisini verður víst á, at við broytingunum í fólkasamansetingini, har tey eldru gerast ein lutfalsliga størri partur av samlaða fólkatalinum, kann tað gerast sera trupult at koma burturúr verandi støðu, um ikki okkurt munagott verður gjørt.
Bara pláss til helvtina
Í álitinum sæst, at tørvurin er serliga stórur á røktarheimsplássum og búplássum til minnisveik. Tølini vísa, at pláss er bara fyri helvtini av teimum, sum hava bráðfeingis tørv at sleppa á hesi heim. Og av somu orsøk eru eldrasambýlini, sum annars eru ætlaði til fólk, sum eru partvís sjálvhjálpin og ikki hava tørv á hjálp alt samdøgrið, í fleiri førum vorðin smá røktarheim.
Fyri alt landið vísa tølini, at tørvur er á 122 røktarheimsplássum og 119 plássum til minnisveik, ella tilsamans 241 búplássum. Sum eina loysn at nøkta stóra bráðfeingis tørvin á hesum øki, sum verður mett at verða tað tyngsta og mest átrokandi, leggur álitið upp til, at sambýlini verða dagførd, so tey lúka treytirnar at virka sum røktarheim. Víst verður á, at á henda hátt ber til at minka tørvin við 127 plássum, so írestandi tørvurin til at byggja nýggj røktarheimspláss minkar niður í 114 pláss.
Skulu sambýlisplássini dagførast, so merkir tað, at kostnaðurin av rakstrinum fer at økjast úr sløkum 88 milliónum upp í 200 milliónir krónur um árið. Fyri at nøkta írestandi bráðfeingis tørvin uppá 114 pláss verður neyðugt at gera íløgur fyri 114 milliónir krónur í røktarheim. Harumframt eigur at havast í huga, vísir eldraálitið á, at tá sambýlisplássini verða nýtt til at nøkta tørvin á røktarheimsplássum og búplássum til minnisveik, økist bólkurin av fólki við sambýlisplássum tilsvarandi. Tørvskanningin, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, vísir, at 202 fólk, við minni røktartørvi, hava tørv á sambýlisplássi. Kanningin av tørvinum á eldraøkinum er gjørd av fakfólki innan Heimarøktina og røtktarheimsøkið, sum hava mett um tørvin hjá 1700 brúkarum, ið antin fáa røktar- og umsorganartænastur, ella standa á bíðilista til tænastur.
Ein uppgáva hjá kommununum
Álitið um eldraøkið leggur upp til eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunurnar, har alt eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita. Eisini verður mælt til, at eldraøkið verður býtt upp í tvørkommunalar eindir, sum kommunurnar røkja í felag. Í álitinum verður arbeitt við seks ymiskum økjum: eitt øki fevnir um Suðurstreymoy undantikið Kollafjørð, eitt økið fevnir um Vágar, Norðurstreymoy, og Norðureysturoy, restina av Eysturoynni er í einum øki fyri seg, Norðoyggjar eru eitt øki, og Sandoyggin og Suðuroyggin eru hvør sítt øki. Men arbeiðsbólkurin tekur tó ikki støðu til, hvussu kommunurnar í framtíðini eiga at verða skipaðar á hesum øki.
Í álitinum stendur, at fyrimunirnir við at leggja alsamt fleiri øki út til kommunurnar at umsita og reka, eru fyrst og fremst grundaðir á hugtakið um nærleika. Víst verður á, at fyri borgaran merkir hetta, at tænasturnar verða veittar so nær honum sum gjørligt, umframt at politiski myndugleikin er tættari. Víðari stendur, at meginreglan er, at kommunurnar skulu bera fíggjarliga kostnaðin av eldraøkinum.