Bráfeingis hjálp til alivinnuna

Pantseting av aliloyvum er ein bráfeingis hjálp til alivinnuna.

Leingi er tað, ið væl skal vera. Eftir drúgva tíð staðfesti ein dómur í Eystara landsrætti - gott ár ov seint - endiliga, at aliloyvir kunnu pantsetast. Sjálvandi freistast man til at siga, hví skuldi eitt umsetiligt aliloyvi ikki kunna pantsetast, tá hugsa verður um, at hesi júst eru umsetilig, og at hart kroystu alifyritøkunum vænta fígging til framhaldandi rakstur.
At føroyskar fyritøkur - í hesum føri ein peningastovnur - enn einaferð mátti fara ígjøgnum rættarskipanina, til tess at fáa staðfest eitt krav, sum fyri tey flestu vinnurekandi - herundir eisini peningastovnar - er ein sjálvfylgja, er tíverri eitt tekin um politiskt máttloysi og væntandi innlit hjá avvarandi mynduleikum.
At loyvini kunnu pantsetast merkir ikki, at man frátekur mynduleikunum rættin til at meta um hvørt nýggji rakstrarharrin/felagið er egna at reka vinnuna víðari. Hann skal í hesum føri bert tryggja sær, at nýggja felagið lýkur lógarinnar ásettu karmar.
Eitt stig rætta vegin. Men hvussu koma vit víðari ? Ein pantseting útvegar ikki størri eginfígging, og tað er vágafúsur peningur tørvur er á, skal alivinnan koma undan truplu tíðini hon er í. Alivinnan ber ikki á mál, um vit framhaldandi standa sum ryssa yvir deyðum fyli. Okkum tørvar verkligar loysnir og nýhugsan á økinum.
Ein tann størsti trupuleikin hjá vinnuni er, at fyritøkurnar ikki hava fríøkir. Vitandi at Føroyar geografiskt ikki gerast størri - og at fyrðirnir ikki økjast í vavi og tali - er neyðugt at vit politiskt fara inn og setur skinsamar avmarkingar, soleiðis at tær fyritøkur í megna at hóra undan, í framtíðini hava møguleika at leggja ein skinsaman rakstur tilrættis. Tað gerst bara, við einum væl umhugsaðum vinnupolitikki á økinum.
Hin avbjóðingin - at okkum tørvar váðafúsan kapital innan alingina - vinna vit bert á, um vit hava dirvi at lata verjustøðuna falla, og - undir skipaðum vinnupolitiskum viðurskiftum - loyva útlendskum áhugabólkum at seta eginpening í alivinnuna. Vit hava møguleikan, at lata alivinnuna fara fyri gravarbakka, ella at geva henni neyðuga blóðflutningin, ið kann medvirka til framhaldandi tilverurættin.
Alivinnan er ikki eitt náttúruskapt tilfeingi - eins og fiskurin í havinum er tað - og tí hava vit møguleikan at stýra hesi vinnuni neyvt, um viljin er til staðar.
Vinnupolitiskar avmarkingar handfara vit, við at leggja treytir á brúksrættin, umframt at vit seta krøv til útlendskar íleggjarir, at hesir skulu stovnsetast í Føroyum - og rinda skatt í Føroyum - soleiðis at Føroya Landstýri megnar at hava tamarhald á støðuni.
Sum politiskur mynduleiki mugu vit seta okkum tað mál, at vit megna at hugsa um heildina í samfelagnum. Alivinnan er ein - lutfalsliga - stórur partur av heildini. Vit mugu hyggja longur enn til nærmasta einstaklingin, soleiðis at vit ikki vakna ein kaldan februar morgun, og gerast varug við, at vit standa fyri fríum falli.
Tað er - hóast alt - betur at eiga eitt sindur av nógvum, enn nógv av ongum.