Kvøldseta
Glyvrar:Fyrilestur, vísusangur og felagssangur verða á skránni, tá Mentanarhúsfelagið í Runavíkar Kommunu skipar fyri kvøldsetu sunnukvøldið.
Kvøldsetan verður sunnukvøldið tann 1. december klokkan 19.00 í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Tvey høvuðsevni verða á setuni, um til ber at siga so.
Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur fer at greiða frá um gamlar brúdleypssiðir í Føroyum.
Jóan Pauli Joensen hevur fyrr greitt frá hesum evninum í útvarpssending, sum hevur verið at hoyrt nú í heyst. Men í fyrilestrinum, hann fer at halda á Glyvrum, verða betri stundir til at greina hetta evnið nærri, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi, teir sendu út um dagarnar.
Annar høvuðspersónurin, sum verður á kvøldsetuni, verður vísusangarin Hanuis G. Johansen.
Hann fer at syngja bæði gamlar, kendar vísur, og slíkar, sum ikki hava verið so ofta at hoyrt fyrr.
Eisini verður felagssangur, umframt at kaffi og mandlurís eisini verða at fáa.
Endurstovnað felag
Mentanarhúsfelagið í Runavíkar Kommunu, sum stendur fyri tiltakinum, er felag, sum hevur til endamáls at byggja mentanarhús í kommununi.
Kenneth Rasmussen, sum er nevndarlimur í felagnum, sigur, at felagið varð stovnað einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum, men varð lagt stilt nøkur ár seinni. Nakað av peningi eigur felagið, og hann er tøkur til endamál felagsins, nú tað er endurstovnað.
Kenneth Rasmussen heldur ikki, at tað fer at nerva eitt nú mentanarhúsið í Fuglafirði, um eitt slíkt verður bygt í Runavíkar Kommunu.
?Tað er brúk fyri einum slíkum húsi her, sigur hann. Tí tiltøkini hava vit, men umstøðurnar at halda tey eru ikki nóg góðar, sigur hann.
Nevndin fyri Mentanarhúsfelagnum og Runavíkar Kommuna hava gott samstarv, sigur Kenneth Rasmussen. Kommunan er áhugað í tiltakinum, og væntandi fer ikki at ganga long tíð, til pláss skann ávísast at byggja húsið á, væntar hann.
Hvar tað verður er tó eingin ábending fyngin um enn. Og fyrr enn tað er greitt, ber heldur ikki til at fara undir nakrar neyvari fyrireikingar so sum tekning ella sovorðið.