Tað vóru tey bæði Elna Høgenni og John A. Poulsen, ið fingu flest atkvøðuseðlar í kappingini hjá Sosialinum og SMS um at vinna eitt brúdleyp. Tilsamans komu heilir 10.794 atkvøðuseðlar inn.
Elna og John fingu 3.411 av hesum. Hini pørini vóru øll væl yvir 1.000 seðlar, og onkur eisini yvir 2.000.
Virðið á vinninginum er umleið 38.000 krónur. Umframt brúðarferð og brúðarbil er eisini brúðarkøka, hár, klæði, sminka, svitan á Hotel Føroyum og mangt, mangt meira við í vinninginum.
Les samrøðu við vinnaraparið í VikuskiftisSosialinum sum kemur á gøtuna ídag.