Brúdleypið skolaði burtur

26 fólk eru funnin deyð, og meiri enn 100 eru ikki komin afturíaftur eftir gloprarregn í útnyrðingspartinum av Afghanistan í gjár. Tað óvanliga nógva regnið kom óvart á fólk, sum vóru komin í brúdleyp í bygdini Dah Marda, og tey vóru púra hjálparleys, tá alt vatnið skolaði oman yvir bygdina.

-Higartil hava vit funnið 26 deyð, teirra millum fleiri kvinnur og børn, men meiri enn 100 eru ikki funnin aftur, sigur Faziullah Sadat, sum stendur fyri bjargingararbeiðinum, við fronsku tíðindastovuna AFP. Ein embætismaður sigur, at 21 fólk eru funnin deyð.

Aðrar keldur siga, at minst 40 fólk eru deyð, og at umleið 700 hús eru oyðiløgd.