Brúðarpør ynskja eisini kirkjuliga signing

Fleiri og fleiri borgarliga vígd hjún fáa nú eisini hjúnaløg síni vælsignað í kirkjuni, vísa hagtøl frá Danmarks Statistik.

Danmark: Gongdin er hon, at tey fyrst fáa eina løgfrøðiliga signing frá lokala borgarstjóranum við eina borgarliga vígslu. Seinni, tá tey hava ráð, tíð ella hug ynskja tey at fáa eitt kirkjuligt vælsignilsi.

Munurin millum ta kirkjuliga signingina og eina vígslu er, at brúðarparið bert játtar eina ferð við vælsignilsið. Tann fyrsta »løgfrøðiliga játtanin« er longu søgd á ráðhúsinum.

Í 2005 og í 2006 vóru 1742 slík vælsignilsi givin, meðan talið í fjør hækkaði til 1863.

Dómprósturin í Århus, Poul Henning Bartholin sigur, at henda gongdin vísir, at kirkjan er vorðin sterkari í tilvitskuni hjá fólki.

– Tá borgarliga vígd hjún velja at supplera hetta við eini kirkjuligari signing, er tað ofta eitt aktivt val, tí tey hava brúk fyri eini átrúnaðarligari lívsskoðan.

- Vit síggja í dag eina økta tilvitan um ritualir við tey umskiftini, sum hava týdning fyri lívið, sigur dómprósturin sambært Kristelig Dagblad.