Hava vit í Føroyum møguleika at hjálpa fátøkum í Afrika? Ja, føroyingar hava altíð verið fúsir til at hjálpa øðrum, og nú er aftur eitt gott høvi til at hjálpa, og hesaferð er tað bert eittans plagg sum tørvur er á: Brúðarkjólar.
Vit høvdu verið sera fegin at fingið brúktar brúðarkjólar. Óiva liggja nógvir runt á loftum og í kjallarum og samla støv, siga Malena og Jens Meitilberg úr Kenja.
Tey siga, at í Rwanda, har tey vitjaðu í september, eru samkomurnar sera fátækar. Ikki er ráð at løna prestinum, og hevur kona prestin fingið hugskotið at fara at leiga brúðarkjólar út fyri at kirkjan kann fáa onkra lítla inntøku og yvirliva.
Eisini til raksturin á barnaheiminum, sum Malena og Jens Meitilberg arbeiða við í Kenya, er tørvur peningi fyri framhaldandi at kunna hjálpa børnunum víðari.
Okkara ætlan er, at barnaheimið New Life House Ministry eisini fer at royna at leiga brúðarkjólar út, siga tey bæði úr Kenja.
Eigur onkur ein brúðarkjóla? Og vilja tit hjálpa og gleða fátøk í Afrika, so kunnu tit geva hann sum tykkara hjálp, siga tey.
Í november koma fólk út at vitja tey, og vónandi fáa tey onkran við tá, siga tey bæði.
Um fólk eru áhugað í hesum, ber til at seta seg í samband við Conny Háskor, Slættanesgøta 3 Tórshavn, tlf. 313446 ella arb. 317633/217633.










