BP trýr framvegis uppá Føroyaøkið

-Hetta er í hvussu so er ikki liðugt. Vit funnu ikki tað vit trúðu, men kortini eru positiv tekin, so tíðin er ikki komin til at tosa um at rigga av á føroyska landgrunninum. Talan er um eitt sera stórt øki, har tað framvegis eru møguleikar at finna nógva olju sigur nýggju leitingarstjórin hjá BP fyri Føroyaøkið, Richard Hollingsworth

Oljuleiting á Atlantsmótinum


Halda fram
Hvat heldur Richard Hollingsworth um alt tað stóra Atlantic Margin økið, sum røkkur heilt úr Írlandi og norð til Lofoten ? hvørjar framtíðar møguleikar sær hann her, eftir at fleiri av brunnunum hava verið turrir?

-Uttan mun til tey vánaligu úrslit vit hava verið fyri, so eru vit noyddir til at halda fram við arbeiðinum. Vit steðga ikki leiting í einum øki bara tí, at ein ella fleiri brunnar eru turrir. Nógv arbeiði er at gera, áðrenn vit fara at bora fleiri brunnar. Hann viðgongur tó, at teir hava ikki fingið tað burtur úr, sum teir høvdu roknað við. Tað merkir sjálvandi, at økið er ?downgrated?, raðfest lægri, men teir hava so avgjørt ikki avskrivað tað.

-Nú vísti tað seg, at Hess fann olju í nógv djúpari løgum, enn nakar hevði ímyndað sær. Kann hetta fáa avleiðingar fyri tykkara komandi boringar?

-Vit fara sjálvandi at hyggja meira eftir djúpariliggjandi løgum eftir tað úrslitið fyri at vita, um nakað er fara eftir har. Men um vit verða førir fyri at finna prospekt í teimum løgunum í okkara loyvi ber ikki til at siga. Richard Hollingsworth sigur, at teir meta ikki, at tað hevði givið nakað annað úrslit, um teir høvdu borað djúpri í Svínoyarprospektinum.

Ikki liðugt
Hvussu svartskygdur heldur hann føroyingar eiga at verða eftir fyrstu turru brunnarnar?

-Hetta er í hvussu so er ikki liðugt. Vit funnu ikki tað vit trúðu, men kortini eru positiv tekin, so tíðin er ikki komin til at tosa um at rigga av á føroyska landgrunninum. Talan er um eitt sera stórt øki, har tað framvegis eru møguleikar at finna nógva olju.

Uppá fyrispurning heldur Richard Hollingsworth, at tað hevði kanska verið hóskandi av føroyskum myndugleikum at umhugsað eina nýggja rundu eftir, at Agip hevur borað næsta ár, tí tá hava øll feløgini borað brunnar.

Men bleiv hann kløkkur, tá Agip útsetti sín brunn! ?Eg rokni ikki við at nakað oljufelag vil bora ein brunn í skundi á tí skeiva staðnum.

Richard Hollingsworth heldur framvegis, at tað eru góðir møguleikar at gera verulig fund í føroyskum øki. Hann heldur eisini, at tað hevur stóran týdning fyri økið, at man nú fer undir at menna tað stóra Clairfeltið. Tað kann fáa ringvirkningar fyri alt økið. Tað er umráðandi at gera sær sínar fyrstu royndir, tí talan er um eitt rættiliga torført reservoir. Tað verður so út frá hesi fyrstu framleiðsluni, at man fer at gera sær tankar, um eisini aðrir partar av hesum risastóra oljufeltinum kunnu fara undir framleiðslu.

Richard Hollingsworth er sera fegin um skrivstovuna hjá BP í Havn. ?Høvdu vit havt so góðar umstøður í Aberdeen, hevði tað verið óført.

BP fer so helst at bora aftur í 2004. Um talan verður um eitt fund, so ganga fýra ár, áðrenn fyrsta oljan spríkir upp. Tvs. at vit skriva 2008 ella 9, áðrenn BP í fyrsta lagi kann fara undir oljuframleiðslu í Føroyum.