Tony Hayward, sum fer úr stjórastarvinum í bretska oljufelagnum BP um mánaðarskiftið, ásannar nú, at hann og felagið gjørdu mistøk í sambandi við oljulekan í Meksikoflógva. Hinvegin vísir hann aftur illgitingum um, at fleiri avgerðir, sum felagið tók, høvdu til endamáls at spara pengar.
Fráfarandi BP-stjórin hevur verið fyri nógvum opg hvøssum atfinningum í sambandi við vanloukkuna í Meksikoflógva, og hjá mongum fleyt bikarið yvir, tá fjølmiðlar vístu myndir av Tony Hayward umborð á einum marglætisbáti, júst sum dálkingin var upp á tað ringasta.
-Í dag kann eg siga, at tað er ymiskt, sum eg hevði handfarið á ein annan hátt, um eg fekk møguleikan at gera tað umaftur, segði Tony Hayward í einari hoyring í London fyrradagin. Men hann helt uppá, at BP royndi ongantíð at útseta ella at taka ivasamar avgerðir fyri at spara pengar.










