BP slept oljuætlanum í Grønlandi

Oljufelagið BP hevur slept ætlanum um at bora eftir olju í tí arktiska økinum, og felagið hevur heldur ikki áhuga í at leita eftir olju í Grønlandi longur. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

Cairn Energy, sum borar úti fyri vesturgrønlendsku strondini, sigur seg vera komið fram á gass har, men BP er ikki hugað fyriat bora har kortini.

Ein annar spurningur um, at BP yvirhøvur hevði fingið leitiloyvi í Grønlandi. Keldur í grønlendsku oljuumsitingini siga sambært NTB, at grønlendska heimastýrið og BP eru samd um, at tað er best, at bretska felagið ikki er við í næstu útbjóðing.

Ein kelda í Nuuk sigur, at tað hevði verið ørskapur at givið BP leitiloyvi í Grønlandi aftan á tað, sum hendi í Meksikoflógva.