BP oljufund kann bjarga Visjón 2015

Eftir at teir fyrstu fimm brunnarnir á føroyska landgrunninum ikki hava gjørt Føroyar til oljutjóð eru nú øll eygu í oljuheiminum vend móti boringini hjá BP, Shell og Anadarko á Williamleiðini í summar. Talan er um eina boriætlan uppá einar 400 mió. kr. Hesin brunnurin er úrslitið av avtalu millum BP sum fyristøðufelag og føroyskar myndugleikar, har tveir brunnar vórður lagdir saman til ein, sum varð fluttur inn eitt loyvi hjá Anadarko.

Hóast møguleikarnir fyri at gera eitt fund eru 1 av 10, sambart BP stjóranum Tim Goodwin í Sosialinum seinasta summar, so er greitt, at eitt veruligt oljufund kann fáa stórar avleiðingar fyri samfelagið. Nú so nógv hevur verið tosað um Visjón 2015 og víst hevur verið á frá fleiri síðum, at myndugleikarnir hava als ikki sett pengar av til Visjónina, spurdu vit stjóran hjá BP í Føroyum, Hjarnar Djurhuus, um eitt framtíðar senario við einum stórum oljufundi kann gerast bjargingin hjá einum landsstýri til tess at fullføra Visjónsætlanina. Hjarnar Djurhuus staðfestir, at møguleikin fyri at gera fund er ein út av tíggju. Men føroyski landgrunnurin er sum heild eitt ókannað øki, og tí ber ikki til at gera greiðar niðurstøður. Og skuldi tað hent, at eitt fund verður gjørt í summar, so kann fyrsta oljan renna í ár 2012. Og tá eru bert trý ár til Visjón 2015.

-Nú tað er ætlan landsstýrisins, at vit skulu vera millum fremstu tjóðir í 2015, so tað vildi ikki verið so galið, um eitt oljufund verður gjørt í ár. Tað hevði so kunnað givið eitt ordiligt skump tann rætta vegin heldur hann.

-So tað, sum kann bjarga Visjón 2015, kann t.d. vera eitt stórt oljufund, ið BP ger í ár?

-Tað er rætt, og tað hevði verið hugaligt fyri allar partar.