BP nýggjan mann fyri Føroyaøkið

Tað er vanligt, at stóru oljufeløgini flyta fólk síni úr einum stað í annað og her serstakliga oddafólkini.

Hetta er so eisini nakað, sum hevur eyðkent oljuleitingina við Føroyar. Nú um dagarnar fekk Chevron nýggjan leitistjóri fyri Føroyaøkið. Eisini hitt stóra oljufelagið, sum er virkið um okkara leiðir, BP, hevur fingið nýggjan leitistjóra. Tim Goodwin eitur hann og greiddi hann frá komandi virkseminum hjá BP á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í farnu viku. Tim Goodwin hevur prógv í jarðfrøði frá lærdum háskúla í London. Hann arbeiddi hjá oljufelagnum Arco í mong ár við oljuleiting í Onglandi, Norðurafrika, Miðeystri og USA. Hesi seinastu árini hevur hann arbeitt í Norðsjónum og nú eisini við Føroyaøkinum.