Oljuleiting
BP er givið at bora á føroyska landgrunninum á hesum sinni. John Thorogood, boristjóri sigur við Sosialin, at teir góvust at bora fyri nøkrum døgum síðani. Nú gera teir seinastu mátingarnar í brunninum og seinni í vikuni verður so proppur settur í holið og farið verður frá hesum brunnimnum med alla. Hetta er vanliga mannagongdin fyri alla slíka boring. Um so er at olja er funnin verður borað av nýggjum.
Oljumálastýrið fer at koma við eini frágreiðing um boringina hjá BP í dag ella í morgin upplýsir Súsanna Sørensen, kunningarstjóri.
John Thorogood vil tí einki siga um úrslitið av boringini men sigur tó, at tøkniliga sæð er Svínoyarbrunnurin sera áhugaverdur. ?Hesin brunnurin er ein áhugaverd søga fyri BP.
Nú BP gavst at bora vóru gingnir júst tveir mánaðir, síðani sett varð á. Hetta er væl longuri enn ætlað, men kemst tað m.a. av, at tey umborð á West Navion hava havt fleiri tekniskar trupulleikar undir arbeiðinum.
Tað hevur ljóðað, hetta fáa vit tó hvørki váttað ella avsannað, at BP og Shell hava ikki gjørt nakað lønandi oljufund á hesum sinni. Men tað ljóðar eisini, at boringin er meira væleydnað enn tann hjá Statoil, tí borurin á West Navion skal vera komin fram á fleiri góð oljuspor. Tey kunnu so bera boð um, at olja er í økinum. BP hevur bundið seg til at bora tveir brunnar aftrat í loyvunum teir hava í Gullhorninum. Nær hesir brunnar verða boraðir veldst sjálvandi um úrslitið av Svínoyarbrunninum, men eisini ein brunnur, sum verður boraður í bretskum øki í næstum kann fáa týdning fyri ta avgerðina. Eitt møguligt oljufund í bretskum øki tætt upp at markinum kann skunda undir hinar báðar boringarnar hjá BP í føroyska økinum.
Bora nýggjan brunn
Nú riggað verður av á føroyska landgrunninum verður eisini gjørt klárt til eina nýggja boring í grannalagnum, hesaferð á bretskum øki. BP og Shell skulu nevniliga til at bora ein brunn stutt frá markinum í teiginum 204/18. Talan er um Assynt brunnin, ið flestu eygleiðarar meta hoyra til eitt av teimum bestu loyvunum, sum vórðu latin í 19. umfarinum í bretska partinum av Hvíta økinum herfyri. Tað ljóðar, at BP og Shell hava bundið seg til at bora 2-3 brunnar fyri at fáa henda teigin, sum av summum verður mettur sum ?diamanturin? í Hvíta økinum.
John Thorogood sigur, at teirra metingar um 70% sannlíki fyri at gera eitt lønandi fund í Assynt-brunninum framvegis eru galdandi. Tvs. at tað verður hvørki minni ella størri, nú Svínoyarbrunninum er liðugt boraður. Jarðfrøðiliga sæð er talan um ein sera áhugaverdan brunn. Hann vónar, at West Navion verður klárt til at fara undir ta boringina fyrst í næstu viku. Úrslitið av tí boringini fer so at fyriliggja einaferð í november tvs. nakað um sama mundið sum tað hjá Amerada Hess á føroyska økinum. Ein partur av boriútgerðini til ta boringina er longu komin umborð umvegis Runavík.
Fleiri spennandi boringar
Økið hinumegin føroyska markið verður bæði av oljufeløgum og bretsku stjórnini sera høgt mett og prioriterað, tá tað um framtíðar oljufund ræður. Sambart oljublaðnum Uppstream fer Amerada Hess at bora tveir brunnar næsta ár skamt frá føroyska markinum. Og eisini Texaco, sum hevur fingið fleiri áhugaverd loyvi í bretska partinum av Hvíta økinum fer at bora skamt frá føroyska markinum, her serstakliga longur norðuri. Phillips Petroleum, sum somuleiðis fekk tillutað lisens sunnan fyri markið, fer helst at bora næsta ár.
Tað er greitt, at allar hesar boringarnar, sum jú liggja heilt tætt upp at markinum og føroyskum øki, eiga at hava stóran týdning fyri framtíðar boring og útbjóðingar í føroyskum øki ? eins væl og boringarnar á føroyska landgrunninum hava stóran áhuga og týdning fyri bretskar myndugleikar og oljufeløgini, sum skulu bora bresku megin markið.










