BP á beinari kós

Komið er eitt stig nærri við fyrireikingunum til oljuboringina á landgrunninum í summar. Í farnu viku vitjaðu trý av umboðunum í leiðslubólkinum hjá BP í Føroyum og høvdu kunnandi fund við umboð fyri Jarðfeingi.

Eftir fundin, har greitt varð frá fyrireikingunum at bora Williambrunnin, segði Hjarnar Djurhuus, føroyski stjórin hjá BP, at alt gongur sum ætlað og verður framvegis miðjað móti at bora í juli. BP er á beinari kós. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi sigur, at teir fingu eina nágreiniliga kunning um fyrireikingarnar til hesa næstu boring á føroyska basaltinum. –Alt sær út til at ganga, sum tað skal sigur Jarðfeingissstjórin, sum í hesum døgum hevur úr at gera við aðrar uppgávur, eitt nú komandi orkupolitikkin hjá myndugleikunum. Jarðfeingi hevur gjørt eitt nágreiligt tilmæli um, hvussu Føroyar skulu byggja út orkuna komandi árini. Hetta fer so at liggja sum grundarlag undir einum aðalorðaskifti, sum verður í løgtinginum 1. februar.