Boysarnir fingu stórfingna móttøku

Leygardagin varð skipað fyri stórfingnari móttøku í Losjuni í samband við, at hetjurnar frá GBOB finaluni komu aftur til Føroyar.

Gøta: Nakað seinkaðir komu teir fimm úr Boys in a Band fram og fagnaðurin var stórur í tí ovurfyltu Losjuni við Gøtugjógv.Boysarnir umboða tríggjar bygdir í Eysturoynni – Gøta, Leirvík og Eiði - og sjálvandi stóðu tríggir stoltir borgarstjórar og tóku ímóti. Fyrstur at taka orðið var Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu, sum bjóðaði vælkomin. Honum á baki kom Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, ið ynskti teimum til lukku við sigrinum og røddi um týdningin av einum virknum mentanarvirksemi í økinum og tey frálíku avrik, sum hetta hevur havt við sær seinnu árini. At enda helt Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði og pápi ein av limunum í bólkinum, røðu har hann røddi um mangt og hvat. Røðan hansara var bæði skemtilig og rørandi. Eftir at teir tríggir borgarstjórarnir høvdu havt orðið, takkaði forsangarin, Pætur Zachariassen fyri við nøkrum vælvaldum orðum.Fleiri gávur blivu handaðar. Millum annað fingu limirnir hvør sítt gávukort frá Tøting og eisini handaði Julia Lamhauge teimum gávu frá Gøtu Tónlistarskúla. Hon greiddi eisini frá týdninginum, sum orkestrið Boys in a Band hevur sum fyrimynd hjá ungu leikarunum, ið ganga á Tónlistarskúlanum.Eftir røður og gávuhandan var drekkamunnur og ikki minst autografskriving á skránni.- Jú av sonnum ein stórfingin móttøka av heimafturkomnu hetjunum úr London, skrivar heimasíðan hjá Gøtu kommunu.myndborgarstjórar 3 stks.Tríggir erpnir borgarstjórar til móttøkuna hjá heimskenda føroyska tónleikabólkinum Boys in a BandTeir fimm í bólkinum fingu eina stórfingna móttøku. Nú gongur leiðin út í heimVið steypinum, 100.000 dollarum í heiðursløn og eini heimsumfatandi konsertferð