Boys in Band róstir til skýggja

Bólkurin Boys in a Band er høvðussøga í stórum norskum festivalblaði. Skal tað vera fest, so er at halda seg til Boys in a Band, sigur ummælarin »Viðgang tað bara. Tað er minni møguleiki fyri, at tú dugir at finna Føroyar á einum heimskorti, enn at tú finnur George Bush til eina friðargongu.«

Soleiðis byrjar greinin ?The Pharoah Kings? í blaðið hjá størsta norðurlendska festivalinum, By:Larm

Greinin um føroyska stjørnubólkin, Boys in a Band, er høvuðssøga í blaðnum, sum kemur út í 50.000 eintøkum í norska showcase festivalinum, har umboð fyri alla tónleikavinnuna koma saman fyri at hoyra tað besta ljóðið beint nú.

 

Lords of the dance

Hetta er yvirskrift á broti, sum staðfestir, at Boys in a Band hetta festivalkvøldið í Noreg vann sær fleiri fjepparar enn Manchester United eigur steyp. Ummælarin lýsir framførsluna við religiøsum myndum, har tónleikararnir fyrst standa sum í bøn runt um trummusettið, og frontmaðurin, Pætur Zachariasson, leikar í sum ein svakur prædikumaður. Og boðskapurin er einkul og greiður: Have a good time.

Hóast láturin rungar, tá dreingirnir í bólkinum skemta millum løgini, og Pætur sigur, at ?you can do all sorts of shit on stage?, so er sambært ummælaranum týðuligt, at her er talan um dugnaligar tónleikarar, sum taka tónleikin í álvara.

 

All?s whale that ends whale

Ikki eitt orð er um grindadráp, men við hesari yvirskrift endar ummælarin við at staðfesta, at bólkurin hevur heilt einfalt meira speed, enn rúsmisnýtarnir uttan fyri høvðustokstøðina í Oslo. So um nakar er førur fyri at seta lítlu Føroyar á heimskortið júst nú, so má tað vera Boys in a Band, endar enska greinin við í norska blaðnum.