Boys in a band í Vestmanna

Ungdómshúsið »Staðið« í Vestmanna skipar fyri konsert við GBOB vinnarunum »Boys In a Band« fríggjakvøldið 15. februar. Boys In a Band vunnu heiðurin sum Heimsins besti nýggi bólkur í Camden Electric Ballroom í London í desember. Hesin heiður kann gerast eitt startskot hjá bólkinum til at fáa altjóða gjøgnumbrot.

 

Konsertin hjá »Boys In a Band« í Vestmanna byrjar kl. 21.