Boys in a Band á tyrlupallinum í Vági

Fyri løtu stigu Boys in a Band út úr tyrluni hjá Atlantsflog og høvdu eina livekonsert á tyrlupallinum í Vági ? ta fjórðu av 24 konsertum á teirra 24 tíma konsertferð Sum flestum kunnugt eru Boys in a Band á eini 24 tíma konsertferð kring Føroyar í løtuni.

Umleið klokkan 22.00 náddu limirnir í Boys in a Band til Vágs við tyrluni hjá Atlantsflog.

Løtu seinni høvdu teir eina live framførslu á tyrlupallinum við nøkrum av løgunum á nýggju fløguni, ið kemur á gøtuna í morgin - allastaðni í Føroyum.

Eftir konsertina prátaðu limirnir við fólkið, ið var møtt at lurta og fóru so í bussin á veg á Tvøroyri, Hvalba og síðani norðuraftur...

Ungu tónleikararnir fáa veruliga roynt flogið hetta døgnið, tí longu nú eru teir á veg til Hvalba ? og enn hava teir 18 konsertir eftir at spæla ...

24 tíma skráin við 24 konsertum hjá Boys in a Band sær annars soleiðis út

1. Tórshavn kl. 19.00

2. Argir kl. 20.00

3. Hoyvík kl. 20.30

4. Vágur kl. 22.00

5. Tvøroyri kl. 23.00

6. Hvalba kl. 24.00

7. Sandur kl. 02.00

8. Skopun kl. 02.30

9. Sørvágur kl. 04.30

10. Miðvágur kl. 5.00

11. Sandavágur kl. 05.30

12. Vestmanna kl. 7.00

13. Kollafjørður kl. 8.30

14. Eiði kl. 9.30

15. Skála kl. 10.00

16. Strendur kl. 11.00

17. Glyvrar kl. 11.30

18. Saltangará, á Laksa- og Sølutorginum kl. 12.00

19. Runavík kl. 12.30

20. Toftir kl. 14.00

21. Fuglafjørður kl. 15.00

22. Klaksvík kl. 17.00

23. Leirvík kl. 18.00

24. Gøta kl. 18.45