Boys in a Band á Roskilde

Tað er í samstarvi við danska Beatbox Booking, at Boys in a Band spæla á Pavillion pallinum á Roskilde Festivalinum leygardagin 7. juli. Tað er G!Festivalurin, sum á heimasíðu síni ber tíðindini. Boys in a Band eru eftir met stutta tíð vorðnir, ein tann best umtókti bólkurin og spennandi bólkurin í Føroyum. - Vit eru ótrúliga glaðir fyri møguleikan og klára nóg illa at bíða, sigur Pætur Zachariassen, sangari og gittarleikari í Boys in a Band við gfestival.fo. Hann sigur somuleiðis, at teir nú prenta demo-fløgur og flogseðlar, soleiðis at teir eru klárir.