Besti nýggi bólkur á Planet Awards heldur sostatt á við at sannføra. Hetta er annars eitt av bert tveimum føroyskum løgum á listanum hesa vikuna. The Dreams og lagið Babu á 10. plássi er hitt lagið. Samstundis roynir Føroya tyngsti rokkbólkur, Sic, seg við eykalagnum To Dare To Risk To Regret. Nelly Furtado og lagið All Good Things Come To An End liggur aftur hesa vikuna ovast á listanum.










