Í oktober spældu teir sína fyrstu konsert yvirhøvur. Tað var til GBOB, har teir blivu nr 2, men vunnu øll hjørtuni, í summar fer bólkurin úr Grót umhvørvinum á pall á G! Teir hava síðani GBOB vunnið Planetina fyri besta nýggja bólk í 2006. Í løtuni liggja teir nr 1 á 15 teimum bestu við eini low-fi mono-upptøku frá einari venjing. Og í dag gjørdist bólkurin fyrsta føroyska navnið á G! 2007. Bólkurin, vit tosa um, er BOYS IN A BAND.
?Eg varð bitin longu fyrstu ferð, eg hoyrdi Boys in a Band. Tónleikurin svingar væl, hevur góð riff og melodiir, og fer beint inn og setur seg. Onkursvegna virkar tað betur úthugsað enn tað mesta, tú dettir framá. Og tað sama er við tekstunum. Tú festir teg beinanveg við onkrar reglur, sum bara ljóða væl, sum svinga og fanga - men táið tú hyggur nærri at teimum hava orðini eina dýpd, ið er sjáldsom, serliga fyri ein føroyskan bólk, ið yrkir og syngur á enskum.
Boys in a Band hava karisma og yvirskot. Harafturat haldi eg, at Pætur er ein tann besti frontfigururin, vit eiga (aftaná Eivör, sjálvandi). Boys in a Band hava fatur í ?tí?, og teir eru júst byrjaðir, spillfeskir á eini spennandi ferð. Vit gleða okkum at fylgja við. Tí hava vit valt at kunngera Boys in a Band sum tann fyrsta föroyska bólkin á skránni hjá G! í ár? sigur Jón Tyril, tónleikastjóri og talsmaður hjá G! Festival.
BIAB er hin seinasti av 5 bólkum, sum eru lagdir afturat G!-skránni hesa vikuna. Sostatt eru tilsamans 6 bólkar av umleið 40 kunngjørdir higartil. Hesir eru:
NEPHEW (DK)
DIXIE HUMMINGBIRDS (US)
SERENA MANEESH (NO)
BOYS IN A BAND (FO)
YOUNG DUBLINERS (US)
POLKAHOLIX (DE)