Boys in a Band eru bestir

Dreingirnir úr Eysturoynni tóku øll á bóli, tá ið teir hóskvøldið vunnu GBOB-heimsfinaluna og samstundis eisini 100.000 $ og eina konsertferð kring knøttin
Talan er allarhelst um størsta tónleikabragd í føroyskari søgu. Út av trý túsund bólkum úr tretivu londum endaðu Boys in a Band ovast. Hetta merkir, at teir eru 100.000$ ríkari og skulu á eina konsertferð um allan heim.

 

Á heimasíðuni hjá tónleikakappingini stendur:

 

?It was a tough task for the panel of judges - Glen Matlock (Sex Pistols); Nick Tesco (The Members/Leningrad Cowboys); Mark Keds (Senseless Things) and Chuck Sabo (Natalie Imbruglia, XTC etc)- to pick a winner from a fantastic array of talent.

 

In the end the first prize went to Boys In A Band from the Faroe Islands. In second place were Jetstream from the USA with Moja from Japan in third place.?

 

Úrslitið av finaluni sá annars soleiðis út:

 

1. pláss: Boys in a Band (Føroyar)

2. pláss: Jetstream (USA)

3. pláss: Moja (Japan)

4. pláss: Atmasfera (Ukraina)

5. pláss: A Key Is A Key (Danmark)

6. pláss: Cliff Clavin (Ísland)

 

Vitja

Boys in a Band á MySpace <a> Vitja<b> GBOB heimasíðuna <a> Vitja<b> Kjak.fo og ynsk BIAB tillukku<a>