Boykotta várframsýningina

Arngerð Lamont
listafólk, innandura ark., lærari
??????
Listafólk ið arbeiða seriøst við list ? boykotta várframsýningina ? krevji at listasavni blívur almennur stovnur og ikki sum nú, partvíst almennur, soleiðis at ávísir persónar kunnu gera sær dalt av sjálvsognini. Hevur tað føroyska samfelagið ráð at gjalda 2 stjóralønir? hvat sigur skattaborgarin?
Vit hava ein kvinnuligan stjóra við listaligari útbúgving ? hvat skulu vit gera við ein bankastjóra sum longu hevur koyrt ein banka á heysin og ongari listaligari útbúgving, hóast lýst var eftir stjóra við listaligari útbúgving.
G. Hoydal og G. Gunnbjørgsdóttir hava rætt í, at tað skal vera fólk við útbúgving.
Vatnissan í mentamálum tekur onga støðu, men at nokta at gjalda til brekað í kvøldskúlanum kann hann gott finna útav við eingla eygum.
Listaskálin skal vera fyri Føroya fólk at síggja »list« og ikki »kejserens nye klæder« fyri snobbar í áravís.
Tað er rætt sum G. Gunnbjørgsdóttir skrivar at T. Patursson er góður listamaður, men sum innandura arkitektur skuldi hann hildið seg frá, har hvørki skap, litir, ella funktión riggar.
Tað, sum vit hava brúk fyri er ein listaskúli. Hví iki »Drel-nes« á Tvøroyri við tí sermerkta arkitekturi og náttúran í Suðuroy.
Politikarar úr Suðuroy ? vakni og síggi møguleikar ístaðinfyri avmarkingar.