Bowlinghøll í Leirvík

Arbeiðið upp á at byggja eina bowlinghøll í Leirvík er farið í gongd, og væntandi verður klárt at bowla í heyst.

Herfyri var farið undir at grava út fyri eini bowlinghøll í Leirvík. Tað er Ólavur Olsen í Leirvík, sum skal byggja høllina beint oman fyri Statoil-støðina, ið Ólavur sjálvur eigur. Gongur tað eftir ætlan, verður klárt hjá eysturoyingum og øðrum at fara at bowla í Leirvík í heyst.

Gomul ætlan
Ólavur Olsen sigur, at tað er ein gomul ætlan hjá honum at byggja eina bowlinghøll, men hann hevur bíðað, tí hann hevði væntað, at onkur annar fór í gongd við eina líknandi ætlan.
- Eg ivaðist ikki í, at tá ið høllin var komin í Havn, fór tað ikki at ganga rúm tíð, áðrenn onkur eysturoyingur tók stig til at byggja eina líknandi høll í oynni, men so var ikki. Sjálvur hevði leingi havt eina slíka ætlan, og nú er hon so veruleiki, greiðir Ólavur Olsen frá.
Bygningurin, ið Ólavur Olsen letur byggja, verður 700 fermetrar stórur, og hann fer at hava seks bowlingbreytir. Ólavur Olsen roknar við, at planeringin av stykkinum, ið byggjast skal á, verður liðug innan fyri ein mánað, og síðani verður farið í gongd við sjálva byggingina.

Kostnaðarmikil íløga
At talan er um ein risikoíløgu, dylur Ólavur Olsen ikki fyri. - Hetta er ein kostnaðarmikil íløga. Alt í alt kemur tað at kosta mær einar fimm milliónir krónur, men tað hevur gingið væl við at fáa fígging, sigur Ólavur Olsen, ið er einasti íleggjarin í nýggju bowlinghøllini.
Ólavur Olsen heldur, at útlitini fyri at ein slík bowlinghøll kann bera seg eru góð. - Tað er skjótari ella líka skjótt hjá øllum eysturoyingum at koyra til Leirvíkar at bowla sum til Havnar, og harafturat kemur norðoyatunnilin í næstum, og tá verður tað eisini møguligt hjá norðoyingum at koyra sær ein lítlan biltúr til Leirvíkar, sigur hann.
Ólavur Olsen ímyndar sær eisini, at tá ið høllin er liðug, og bowlingin er komin í gongd, fer at verða skipað fyri kappingum í samstarvi við bowlinghøllina í Havn, og at man kann fáa lagt lunnar undir eina bowlingmentan í Føroyum.
Nú spakin er settur í, eru fólk í Eysturoynni sera spent upp á høllina, og allastaðnis har Ólavur kemur, verður hann tráðspurdur av fólki um ætlanina.
- Eg haldi, at ætlanin er ógvuliga væl móttikin av fólki, og somuleiðis hevur kommunan allatíðina verið ógvuliga positiv í fyrireikingunum, sigur Ólavur Olsen.

Bert bowling í fyrstu atløgu
Spurdur um hann eisini fer at hava poolborð og annað í høllini, soleiðis sum vit kenna tað aðrastaðnis, sigur Ólavur Olsen, at tað verður tað ikki í fyrstu atløgu, men pláss er í høllini fyri tí, um so er.
- Í fyrstu atløgu fara vit at konsentrera okkum um bowlingina, men tað er ikki óhugsandi, at tað verður víðkað um virksemi í farmtíðini. Í høllini verða sjálvsagt eisini borð, sum fólk kunnu sita við, men av tí at kafeteria og kiosk er í Statoil-støðini 10 metrar frá bowlinghøllini, verður eingin kafeteria í høllini. Ístaðin kunnu fólk, ið skulu bowla, keypa tað, ið tey hava tørv á, inni á Statoil-støðini, sigur Ólavur Olsen.