Bowie er í stórformi

Tað ber næstan ikki til at finna neilig orð um nýggju útgávuna hjá David Bowie, sum annars ikki hevur givið tónleik út í 10 ár

Í tíggju ár hevur 65 ára gamli bretski tónleikarin David Bowie ikki givið tónleik út, men tey, sum hildu at hann var ferdigur sum poppsangari, mistóku seg stórliga.

Nú um dagarnar lat David Bowie nýggja útgávu frá sær, og fyrsta stakfløgan hevði lagt upp til spenning um fløguna. Og nú ummælararnir – eisini teir eirindaleysu og speisku – hava lurtað eftir útgávuni hjá Bowie, hava teir nógv rósandi orð at bera bretsku legenduni. Og tú skalt leita væl og leingi fyri at finna nøkur neilig orð um fløguna.

Heimasíðan Metacritic.com savnar ummæli hjá teimum størstu miðlunum og leggur tey saman til eitt felags skoðsmál. Útrokningin hjá teimum vísur, at útgávan hjá David Bowie er ein av bestu umtóktu útgávunum í ár. Samlaða skoðsmálið fyri fløgun The Next Day er 91 av 100.


Nógvar stjørnur

Kenda tónleikatíðarritið Rolling Stone Magzine hevur eisini funnið tey vøkru orðini fram um útgávuna hjá Bowie, og har verða serliga gittarspælið og sangskrivingin hjá Bowie róst. Ummælarin Rob Sheffield heldur, at onnur stakfløgan The Stars (Are Out Tonight) er ein av bestu sangunum, sum Bowie nakrantíð hevur skrivað.

Í Bretlandi vita miðlarnir ikki, hvørjum beini teir skulu standa á. The Independent gevur útgávuni besta skoðsmálið – fimm av fimm stjørnum – og brúkar vakrar vendingar um sangirnar. BBC Music finnur nógv stór orð fram úr gloymskuni, og The Telegraph gevur somuleiðis Bowie-fløguni sítt besta skoðsmál.