Bourbon Dolphin legði alt ov nógv fyri

Mátararnir á spølunum vístu næstan tvær ferðir so nógv, sum skipið var egnað til. Løtu seinni holvdist tað.

Sambært skipspappírunum mátti "Bourbon Dolphin" ikki átaka sær uppgávur, sum kravdu meiri enn í mesta lagi 180 tons sleipimegi. Kortini vístu mátararnir á spølunum 330 tons, beint áðrenn skipið holvdist millum Føroyar og Hetland tann 12. apríl. Vanlukkan kostaði átta mannalív.

 

"Bourbon Dolphin" lá hjá boripallinum "Transocean Rather" saman við trimum øðrum skipum. "Bourbon Dolphin" hevði ta minstu maskinorkuna av teimum fýra skipunum og skuldi tí hjálpa hinum, men av einari ella aðrari orsøk fekk skipið uppgávuna at flyta eitt akker hjá "Transocean Rather" tann 12. apríl.

 

Tann einasti av yvirmonnunum, sum slapp livandi frá vanlukkuni, hevur sambært blaðnum VG greitt frá, at teir bóðu hjálparskipið "Highland Valor" um hjálp, tá mátararnir nærkaðust teimum 180 tonsunum, sum skipið hevði loyvi til. Men hóast fleiri royndir miseydnaðist tað hinum skipinum at hjálpa við tí úrsliti, at øll tyngdin hekk á "Bourbon Dolphin". Undir sjófrágreiðingini skal yvirmaðurin hava sagt, at uppgávan fór at krevja millum 240 og 300 tons av spølunum, men at mátararnir vístu 330 tons, beint áðrenn skipið holvdist.

 

Tað var næstan tvær ferðir so nógv, sum "Bourbon Dolphin" var egnað til og hevði loyvi til, staðfestir VG.

 

 

Nýggjar reglur

 

Sigurd Gude, virkandi stjóri í norska sjóferðslustýrinum, sigur við blaðið, at síðani vanlukkuna við "Bourbon Dolphin" hevur stýrið givið øllum frálandareiðaríunum boð um, at skipini skulu ikki átaka sær størri uppgávur, enn tey hava fingið loyvi til. Samstundis koma nýggjar reglur, sum gera mun á vanligum sleipi og arbeiði við ketum og akkerum.