Kitty May Ellefsen er ein av fáum føroyskum kvinnum, ið síggjast nógv í tí almenna rúminum. Tá hon sæst í bløðum og sjónvarpi, er hon ofta ílatin seinasta móta, og at hon er ein kvinna við nógvum meiningum, er onki at ivast um. ?Hon er eisini ein av teimum, sum fær vakurleikaviðgerð við eitt nú botox og restylane. Vit vóru í hølunum á henni, tá hon fór til viðgerð nú um dagarnar.
Inni á vakurleikastovuni Cosmeto hevur hon eitt av teimum fýra børnunum við sær, tað er lítli Jens Eli. Hann er forvitin eftir at vita, hvat stóri danin Kim Novaa fer at gera við mammu.
Kitty May setur seg til rættis. Tað er ikki fyrstu ferð, hon fær fyllu í andlitið. Fyrstu ferð var fyri trimum árum síðani, tá hon spontant avgjørdi at fáa sær restylane í rukkurnar við munnin.
- Eg havi ongar fordómar móti slíkum. Nú fái eg mær restylane og botox, og tað kann gott verða, at eg geri okkurt annað seinni, sigur Kitty May.
Kim Novaa doyvir Kitty May, og tað sær eina løtu út, sum um hon er hjá tannlækna.
Hann avger, at hon skal fáa botox við eyguni, so at vøddin, ið dregur eyguni niður, verður slappur, og eyguni gerast meira opin. Eisini skal hon fáa fyllu í ovaru vørrina og linjunar millum nøs og munn. Eitt sindur av botox hjálpir eisini til, at munnurin gerst glaðari.
Botox í stemmubondini
Kitty May er rólig. Hon er von við botox - fjóðra hvønn mánað fær hon tað sprænt inn í stemmubondini. Hon hevur sjúkuna spastisk dysfoni, ið ger at hon missur røddina um hon ikki fær botox.
- Botox ræðist eg slettis ikki. Tað verður brúkt til so øguliga nógv. Seinast eg var í Danmark og fekk viðgerð fyri stemmubondini, møtti eg einari, sum fekk botox í bløðruna, greiður Kitty May frá.
Kitty May er ikki yvirraskað av, at tað eru 400-500 kvinnur, ið hava fingið viðgerð hjá Kim Novaa. Fleiri av hennara vinkonum hava gjørt bæði bróst og annað, men tær hava fingið viðgerð í Danmark, tí nógvar eru bangnar fyri slatrinum í Føroyum.
- Nógv fólk halda, at tað er forferdiligt at gera slíkt og hava hendan gamla hugburðin, at man ikki skal brúka nakað uppá seg sjálva, sigur Kitty May.
Tá vit hitta hana nakrar dagar seinni er virkningurin av botox og restylane byrjaður at síggjast. Eyguni eru meira opin og vørrin meira fyldig.
- Eg eri sera væl nøgd. Kanska hevði hann kunnað lagt eitt sindur meira av restylane í rukkurnar við munnin, men eyguni eri eg orduliga nøgd við, sigur hon.
Hevur tú verið eym ella hovin aftaná?
- Nei, vørrin var eitt sindur hovin, men annars havi eg ikki merkt nakað.
Fakta Restylane
Restylane er hyaluronsyra, ið vit natúrliga hava í kroppinum. Hon verður sprænd inn í leðurhúðina í ávísum dýpi undir rukkunum til at javna ella gera tær grynri. Restylane verður eisini nýtt fyri at gera varrarnar størri ella meira markeraðar.
Ein Restylane viðgerð heldur í umleið eitt ár. Kostnaðurin fyri viðgerðina er úr 2.000-3.000 krónum.
Fakta Botox
Botox er upprunaliga eitt nervagift, ið áður var brúkt til spastikarar og fólk við sveittatrupulleikum. Nú verða ógvuliga lítlar mongdir nýttar at spræna inn í andlitsvøddarnar. Tað steingir fyri nervaimpulsinum til vøddan og ger at hann gevst at draga seg saman - við øðrum orðum lammar man vøddan. Úrslitið er, at rukkurnar oman á vøddanum gerast slættari.
Ein Botox viðgerð heldur í umleið 3-6 mánaðir. Kostnaðurin er úr 1.500 krónum.