Fótbóltur
Tað er um tað mundið, at føroyski fótbóltsheimurin kann venja seg við tankan, um at KÍ ikki longu hevur umboðan í fremstu mansdeildini.
Eitt er, at talan var um óhugnaliga týðandi uppgerð fyri klaksvíkingar, tá teir vitjaðu í Fuglafirði. Hana hevði KÍ illa ráð at tapa, men tað gjørdu teir – við manér.
0-5 sekkurin var í veruleikanum ein mest sum fullkomin eyðmýking av stoltu fótbóltstraditiónunum hjá KÍ, sum við vána málúrtøkuni í huga nú skal toga sjey stig inn á B36, um Vodafone-tilveran skal bjargast. Og við útidystum móti nummar eitt og tvey millum seinastu fýra uppgávurnar tykist tann uppgávan nú at vera mest sum óyvirkomulig.
Mentala gearingin
Hóast KÍ hevur verið í tungum sjógvi størsta partin av árinum, so tykist ein trupulleiki hjá liðnum vera, at spælararnir als ikki eru til reiðar at geva tað, sum krevst fyri at yvirliva í einum botnstríðið.
Seinastu umførini hevur KÍ spælt at kalla lagnudyst móti ávíkavist B36 og ÍF, men í hvørgum av førunum hava klaksvíkingar verið til reiðar at tackla uppgávuna.
Tá tykist meira sannlíkt, at 07 Vestur heldur lív í sínum vónum, tá teir komandi dystirnar spæla móti ÍF og síðani júst KÍ, áðrenn endaði verður við teimum báðum ovastu liðunum. Eisini tí at júst mentala gearingin er stillað rætt inn í Vágum, har succés-kriteri’ið alla tíðina hevur verið yvirliving, og har spælararnir tí medda eftir hesum, heldur enn at óttast eina fiasko.
Hjá B36 hevur mentala gearingin heldur ikki verið heilt tann rætta, men sigurin sunnudagin lyfti liðið hampuliga langt av vandaleið. Og meira enn nakað vísti hann eisini, hvussu stór sveiggini hava veri í avrikunum hjá B36, sum í ár hevur sveiggjað millum tað ússaliga og toppin av føroyskum fótbólti.
Fuglfirðingar hava eisini havt sínar stóru trupulleikar, og eitt tap móti KÍ hevði gjørt hesar alsjónligar aftur, men tað gjørdist nú ikki til meira enn ein hypotetiskur spurningur.
Silvurstríðið
Mest spennandi parturin av landskappingini tykist nú vera, hvussu býtið av heiðursmerkjum skal vera.
Hesa ferð var tað B68, sum eina løtu legði seg upp á silvurplássið, men enn er so einki avgjørt í tí stríðnum. Enntá tykist AB nú at ota seg alsamt nærri, og við verandi gongdini hjá argjamonnum og óstøðugu avrikunum hjá sub-toppinum í mentu, er kanska slettis ikki so óhugsandi, at argjamenn koma heilt nær onkrum, ið var mest sum óhugsandi undan kappingarbyrjan.
Komandi trý umførini innihalda eisini øll internar uppgerðir millum B68, Víking, EB/Streym og NSÍ, og so fæst at vita, um heiðursmerki verða egg ella ungi.
Úr gulli verða tey so neyvan hjá nøkrum øðrum enn HB. Tað kiksaði hesaferð, men stigatalvan og komandi umførini siga, at ferðslan úr Havn næsta sunnudag verður ovurhonds stór, tá HB í Fuglafirði skal spæla fyri at staðfesta gullið.